Landsfundur
Klaksvík: Undir samráðingunum úm framtíðarstøðu Føroya, vardi sjálvstýrisflokkurin longu skiftistíðina, segði Helena Dam á Neystabø í formansfrágreiðing síni.
Hevði ikki so verið, varð skiftistíðin bara fýra ár, sum hevði verið til skaða fyri føroyingar, segði hon. Tá hevði livifóturin lækkað munandi, væntaði hon.
Arbeiði við at vinna Føroyum sjálvstýri skal gerast heima í Føroyum, segði Helena Dam á Neystabø.
Vit skulu kvalifisera okkum til sjálvstýrið við at taka við ábyrgdini av øllum økjum her heima hjá okkum sjálvum. Ábyrgd og skylda skulu fylgjast, segði hon.
Fullveldisætlanin datt niðurfyri og mislukkaðist fullkomuliga. Tað eydnaðist hvørki at sannføra danir ella føroyingar um, at ætlanin var realistisk, segði Helena Dam á Neystabø. Tað kundi endað við, at samgongan legði frá sær, og tað var eisini nær við, segði hon. Men orsakað av arbeiði Sjálvstýrisfloksins helt samgongan fram.
Hóast hon varð koyrd frá sum landsstýrismaður, eydnaðist kortini Sjálvstýrisflokkinum at halda samgonguni saman, segði Helena Dam á Neystabø millum annað í formansfrágreiðing síni.
Tað var sera óheppið, tá løgmaður avlýsti fólkaatkvøðuna, sum verða skuldi í vár, segði Helena Dam á Neystabø. Sjálvstýrisflokkurin eigur ikki at helma í, fyrr enn fólkaatkvøða hevur verið. Og hon eigur helst at vera áðrenn løgtingsvalið, segði formaður sjálvsstýrisfloksins.
Arbeitt eigur at verða stigvíst fram móti sjálvrøðinum, segði Helena Dam á Neystabø. Tað fer at taka fleiri ár, men tað eigur tað so at gera. Vit skulu tøma Heimastýrislógina, til vit eru komin haðar til, at vit hava tikið við øllum skyldum sjálv.
Varð førdi politikurin hjá hesi samgonguni soleiðis førdur, hevði eingin dramatikkur verið, soleiðis sum vit hava sæð í hesum valskeiðnum, segði Helena Dam á Neystabø í fyrstu og fyribils seinastu fromansfrágreiðing síni til landsfundin hjá Sjálvstýrisflokkinum.