Sjálvstýrisflokkinum so líkt

Formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum metir, at 300 mill skulu brúkast í íløgum fyri at nøkta tørvin á ellis-og røktarheimun og 100 mill meira um ári til rakstur, og tað skal nokk passa.

 

Finnleif Guttesen

Tvøroyri

????????????????


Formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum metir, at 300 mill skulu brúkast í íløgum fyri at nøkta tørvin á ellis-og røktarheimun og 100 mill meira um ári til rakstur, og tað skal nokk passa.

Formaðurin sigur víðari, at íløgur hjá teimum gomlu skulu veljast fram um aðrar íløgur.


Hví er einki gjørt.

Men hví hevur formaðurin einki gjørt við hetta mál í tey 3,5 árini, hendan samgonga hevur siti? Sjálvstýrisflokkurin hevur 17. mannin, so okkurt kundi verði gjørt, um viljin var tilstaðar.

Tað hevur verði nokk av pengum og eftir formansins uppskotið, kundi verði bygt ellis-og røktarheim fyri 140 mill í hesi 3,5 árini.

? hví er tað ikki gjørt?

? hvar er viljin?

? hvat eru góðorðini hjá samgonguni verd?

og kemur hetta uppskoti bert fram, tí løgtingsval nærkast?


Hvussu hongur bygging og rakstur av einum sambýli saman.

Fyri at byggja eitt sambýli kann kommunan fáa stuðul uppá kr. 50.000,- pr. íbúgva á sambýlinum, men hægst kr. 500.000,- og er hetta ivingarsamt, tí pengar eru ikki altíð avsettir á fíggjarætlanini.

Eitt sambýli til 10-12 fólk kostar umleið 5-6 mill at byggja. Kommunan skal útvega 15% av ætlaðu íløguni t.v.s. kr. 750-900.000, restin blívur lánt yvir eitt langt áramál.

Kommunan rindar kr. 700.000-1.000.000 fyri rakstur, alt eftir hvussu nógv búðfólk eru á sambýlinum, harímillum er løn til náttarvagt.

Íbúgvarnir á sambýlinum gjalda fyri at búgva har.

At rósa sær av, at (vit) samgongan hevur útvega 50-60 pláss til eldri fólk á sambýlum, er at fara ógvuliga lætt um sannleikan.

Tað er kommunurnar og pensionistarnir sum gjalda, landi rindar bert omanfyri nevnda stuðul og løn til heimahjálparnar um dagin.

At kommunurnar gera tað, sum landi átti at gjørt, er syrgiligt, menn tíverri satt, og vísir hetta hvussu skeivt býtið er millum land og kommunu í hesum døgum.

Tað er altíð lætt, at taka sær æruna av tí, ið onnur gera.


Sjálvstýrisflokkurin og Suðuroy.

Allir suðuroyingar vita, hvat hesin flokkur hevur gjørt fyri suðuroy tey seinastu árini, og er tað ájavnt við null.

Og tað kemur klárt fram, nú formaðurin í flokkinum sigur, at onkur skínandi íløga í stáli ella beton má bíða, at flokkurin ikki hevur broytt støðu, men vil varveita suðuroy sum eina útoyggj.