Norðoya Sjálvstýrisfelag skal við hesum lýsa sína ónøgd við førda politikkinum hjá umboðum Sjálvstýrisflokksins á Tingi og í Landstýri.
Henda ónøgd snýr seg í fyrsta atløgu um tann áhaldandi ágangin ímóti Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Her er rímuligt at nevna tað stóra arbeiðið sum umboð Sjálvstýrisfloksins í Norðoyggjum gjøgnum mong ár hava lagt í at útbyggja Klaksvíkar Sjúkrahús til eina vælvirkandi eind, innan heilsuverkið sjúklinginum at gagni.
Tess meira harmar tað okkum, at tað er ein partamaður sum nú tileinkis gerð og brýtur niður úrslitið av hesum stríði.
At pástanda at einasta stað sum sparingar kunnu fremjast er júst her, má metast sum vantandi tilvitan og grov undirmetan av tí dygdar- og í mongum førum lívsneyðuga arbeiði, sum gjørt verður á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Hevur landstýriskvinnan fyri neyðuni at finna spar-ingar skal hon verða hjartaliga vælkomin at fáa góð ráð, tá verandi ráðgeving má metast sum ónýtulig.
Norðoya Sjálvstýrisfelag heitur á landsstýriskvinnuna í Almanna- og Heilsumálum alt fyri eitt at leggja á aðra politiska kós, soleiðis at henda eindin innan heilsuverkið fær arbeiðsumstøður at virka eftir endamálinum, sum er at tæna sjúklinginum og ikki áhaldandi at verða nýtt sum kastibløka til tess at veita Landssjúkrahúsinum hægri játtan á fíggjarlógini.
Soleiðis boðað frá
Vegna Norðoya Sjálvstýrisfelag
Jan A. Joensen, formaður