Sjálvstýri tveitir handklæðið í ringin

Tað verður eingin sjálvstýrislisti til býráðsvalið í Havn hesaferð.

 

– Nei, vit mugu bara ásanna tað, at tað verður eingin uppstilling hjá Sjálvstýrisflokkinum til býráðsvalið í Havn hesaferð.

Tað sigur Bjørn á Heygum, sum er formaður í Streymoyar Sjálvstýrisfelag.

Hann hevur áður upplýst fyri in.fo, at Sjálvstýrisflokkurin arbeiddi við at stilla upp til valið hesaferð.

Hann sigur nú, at onkrir følarar hava verið úti, men niðurstøðan er, at flokkurin stillar ikki upp í høvuðsstaðnum hesaferð. Tað gjørdi Sjálvstýrisflokkurin heldur ikki á valinum í 2016, og tað var fyrstu ferð í søgu floksins – og fyrstu ferð síðani 27. november í 1909, tá fyrsta býarstýrið varð valt í Havn, eftir at kvinur og ognarleys fyri fyrstu ferð fingu høvi at velja og at stilla upp.

Men Sjálvstýrisflokkurin hevur ikki verið umboðaður í Tórshavnar býráð seinastu 20 árini.

Seinasti býráðslimur fyri flokkin var Ronald Poulsen, sum varð valdur í 1996, tá Sjálvstýrisflokkurin fekk 707 atkvøður og 10,8 prosent av atkvøðunum.

Í 2000 fekk flokkurin 479 atkvøður, 5,1 prosent.

Í 2004 fekk flokkurin 354 atkvøður, 3,4 prosent.

Í 2008 fekk flokkurin 539 atkvøður, 5,3 prosent

Í 2012 fekk flokkurin 208 atkvøður, 1,9 prosent

Á seinasta býráðsvali kostaði seinasti býráðslimurin 829,5 atkvøður, og tann sessin fekk Bogi Andreasen úr Fólkaflokkinum.

Tað merkir, at tað kravdust 830 atkvøður hjá einum lista at vinna hendan sessin frá Fólkaflokkinum, og harvið var valgáttin 6,8 prosent fyri at vinna ein sess í Tórshavnar býráð.