Uppskot til samtyktar:
Sjálvstýri Føroya fólks
Ásannandi, at Føroya fólk er tjóð við ómissandi og framhaldandi sjálvsavgerðarrætti, tekur Løgtingið undir við, at farið verður undir eina miðvísa fullveldisætlan. Løgtingið tekur tískil undir við, at landsstýrið fremur hesa ætlan:
* At stjórnarvald Føroya tekur í seinasta lagi hin 1. januar 2012 við valdinum á øllum málsøkjum samsvarandi rættarstøðu Føroya fólks, undantiknum teimum, ið knýta seg beinleiðis aftur at fullveldistøku, og at stjórnarvald Føroya samsvarandi hesum rindar sjálvt fyri málsøkini.
* At fólkakirkja, revsirættarmál, persónsrættarmál, húsfólkarættarmál, arvarættarmál, fíggjarrættarmál, havumhvørvisvernd, skúlamál, Íleggingargrunnurin fyri Føroyar og Vága Floghavn fara tó undir føroyskt málsræði í seinasta lagi hin 1. januar 2002.
* At dómstólar, ákæruvald, fongsulsmyndugleikar, kriminalforsorg og almannamál fara tó undir føroyskt málsræði í seinasta lagi hin 1. januar 2004.
* At løgverja, gjaldoyramál, peningamál, fíggingarvirksemi, flogferðslumál, kortlegging og fjarskiftismál fara tó undir føroyskt málsræði í seinasta lagi hin 1. januar 2006.
* At tilbúgving og heilsumál fara tó undir føroyskt málsræði í seinasta lagi hin 1. januar 2008.
* At laga føroyska búskapin frá studningsbúskapi til sjálvberandi búskap verður farið undir at rinda fyri málsøki, ið eru farin undir føroyskt málsræði og at lækka heildarveitingarnar til Føroya úr danska ríkiskassanum samsvarandi hesum fyri ein kostnað uppá tilsamans umleið 300-400 mió. kr. í seinasta lagi hin 1. januar 2002, og at heildarveitingarnar síðan verða lækkaðar, til tær eru burtur.
* At settur verður á stovn Búskapargrunnur Føroya við serstakari løgtingslóg, ið hevur til endamáls at tryggja búskaparligu áhugamál Føroya, sum skal sita fyri inntøkum landskassans frá kolvetnisvinnu; gjaldførisinntøkum í sambandi við ognarskifti landsins; gjaldføri landskassans á innlánskontum í Landsbanka Føroya, ið hin 1. januar 2002 er oman fyri lógásetta minstainnlán landskassans í Landsbanka Føroya; heildarveitingum til Føroya úr ríkiskassa Danmarkar við gildi frá 1. januar 2002; og øðrum serinntøkum. At Búskapargrunnur Føroya letur skiftisgjøld til fíggjarlóg landsins, ið eiga at verða ásett til í mesta lagi 700 mió. kr. í 2002, sum lækka í eins stórum stigum um árið, til tey eru burtur í 2016. At fæfeingið hjá Búskapargrunni Føroya, ið eftir er, verður vart sum langtíðarsamansparing Føroya fólks.
* At áðrenn Føroyar verða skipaðar sum fullveldisríki, verður tað treytað av, at Føroya fólk tekur avgerð um hetta á fólkaatkvøðu í Føroyum.