Trúgvi F. Guttesen sigur, at eg eri ørkymlaður um ríkisfelagsskapsmálið sum hann væl skilir, leggur hann aftrat, og at eg vil hava sambandskar, dansk sinnaðar føroyingar at fylta niður aftaná eitt fullveldi. Hetta seinasta ivist eg í er vent til mín persónliga. Eg helt, at ongin grund var til at ivast í, at eg eri á loysingarsíðu. Eg haldi meg ikki hava sagt nakrastaðni í greinunum, at sambandskir føroyingar skulu flyta niður aftaná fullveldi, heldur ikki lagt upp til tað. Her skal eg leggja aftrat, at sjálvandi hava føroyingar, sum hava føroyskan bústaðarrætt, somu rættindi.
Trúgvi F. Guttesen nevnir so eitt uppskot um samríki við Danmark í sama viðfangi, sum tosið um ørkymlanina um ríkisrættarligu viðurskiftini, so hann kemur næstan at siga, at eg skuldi kunnað tikið undir við tí. Tað geri eg ikki. Í uppskotinum, Sambandsflokkurin arbeiðir við nú, um Samríki, er onki nýtt hent frá støðuni frammanundan eins og í ríkisfelagsskapsuppskotinum hjá J. Eidesgaard fyri Javnaðarflokkin undir navninum Sjálvstýri. Hvørki brýtur við ríkisfelagsskapin, sum hann higartil er kendur. Hetta er eisini trupult, tí gera tey tað, skal sambandsflokkurin næstan til at niðurleggja seg sjálvan. Javnaðarflokkurin skal til at taka frástøðu frá fyrru søgu síni, tí undir krígnum, serliga í 1946.
Eisini sigur Trúgvi F. Guttesen, skilt við hetta, at eg skal hava skrivað í greinunum, at summir føroyingar síggja niður á aðrar orsakað av politiskari støðutakan á hvør sínari síðu í loysingarmálinum. Tað ljóðar sum um tað er sagt í tí smáa í dagligdegnum, sum eg ikki minnist meg hava sagt og kann láturliggera trupulleikan. Eg nevni hetta í samband við starvseting í tí almenna og alment líknandi størvum, hjar so nógv er goldið úr Danmark, so støðan til tað landið illa er uttanumkomandi at hava týdning. Tað er ikki so nógv at síggja niður á sum at vit ikki eru javnbjóðissettir har. Skúlin er í flestu førum í Keypmannahavn ella Áarósa og øðrum býum niðri. Samskiftið har endar fyrr ella seinni hjá dønum, tá lagað skal verða fyri starvi.
Hetta er viðmerking til mesta ella alt av tí, ið stóð í stutta stubbanum í Dimmalætting stutt inn í desember síðsta ár, endurtikið á síðu 2 í Sosialinum fáar dagar seinni.
Mannbjørn J. Jacobsen