Sjálvstýrið heldur landsfund leygardagin

Sum fyrsti politiski flokkur í Føroyum fer Sjálvstýrisflokkurin at hava standandi uppstilling til løgtingsval Valevnalistin til komandi løgtingsval verður ætlandi góðkendur á aðalfundinum, sum verður í hølunum hjá Norðoya Kvinnufelag í Bøgøtu 3 í Klaksvík leygardagin.

- Løgtingsval kann verða útskrivað við stuttum skotbrá og royndirnar vísa, at týðandi er, ikki minst fyri óroynd valevni, ungfólk við børnum og kvinnulig valevni, at fólk fáa høvi at stilla upp í góðari tíð, skrivar Sjálvstýrisflokkurin í tíðindaskrivi.

Høvuðsgestarøðari á landsfundinum verður Hjálmar Waag Árnason, ið er fyrrverandi tingbólkaformaður íslendska Framsóknarfloksins. Hjálmar fer at lýsa dirvi og ágrýtni hjá íslendingum og hvønn týdning tað hevur, fyri at kunna lyfta landið uppaftur úr aldudalinum. Hjálmar fer eisini at greiða frá búskapargongdini í Íslandi. Hjálmar Waag Árnason er hálvur klaksvíkingur.

Annar gestarøðari verður Ólavur Rasmussen, prestur, ið fer at greiða frá eftirskúlanum í Hvalba og øðrum mentanarátøkum í Suðuroynni.

- Eftirskúlar, eins og aðrir skúlar og mentanarhús, kunnu hugsast at verða settir á stovn um allar Føroyar, við tí fyri eyga at bjóða ungdómi og fólki betri tilboð, umframt at skapa arbeiðspláss, vinnuhøvi og áhugaverdari nærumhvørvi, skrivar flokkurin.