Uppstilling
Hesuferð skal sjálvstýrarin aftur setast til í Suðuroynni.
Á seinasta løgtingsvalið kláraði sjálvstýrisflokkurin ikki at manna lista í Suðuroyar valdømi.
Men tað skal ikki henda aftur í ár.
Til hetta løgtingsvalið hevur sjálvstýrisflokkurin sett sær fyri at hava lista í øllum valdømum, eisini í Suðuroynni.
Enn er ikki greitt, hvør ferð at stilla upp fyri sjálvstýrisflokkin í Suðuroy, men tríggir mans eru nevndir: Rúni Jacobsen, sjómaður á Tvøroyri, Sonni Djurhuus, ættaður úr Øravík, búsitandi í Havn og Milson Berg á Tvøroyri, formaður í útróðrarfelagnum á Tvøroyri.
Annars hevur sjálvstýrisflokkurin ikki havt tað stóru undirtøkuna í Suðuroy. Besta valið í Suðuroynni í nýggjari tíð,var valið í 1984, tá ið flokkurin fekk 89 atkvøður. Annars hevur sjálvustýrisflokkurin ligið um hálvtundað atkvøður í Suðuroy, eitt sindur fleiri og eitt sindur færri. I 1998 fekk hann 42 atkvøður í Suðuroy og í fjør kláraðu tey ikki so frægt sum at manna lista.
Tað verður nokk heldur ikki til tað stóra av atkvøðum hesuferð. Men hvør atkvøða telur í samlaða roknistykkinum, so atkvøðurnar í Suðuroy kunnu kanska vísa seg at verða meiri enn hentar til klýpi, tá ið eykamennnir til Løgtingið skulu roknast út.









