Sjálvsstýrismanningin skift

Tigmanning Sjálvstýrisfloksins verður skift út á tingfundinum í dag

Ronald Poulsen hevur seinastu tíðina sitið á tingi fyri Jákup Sverra Kass, sum hevur verið burturi í lestrarørindum. Jákup Sverri er nú afturkomin, og tekur á tingfundinum í dag við aftur tingsessi sínum, sum hann fekk, tá Helena Dam á Neystabø gjørdist landsstýriskvinna. Sostætt er Ronald Poulsen ikki longur tinglimur.

Sámal Petur í Grund fer í dag í farloyvi úr tinginum vegna sjúku. Hann fekk herfyri blóðtøpp og varð í skundi lagdur inn á landssjúkrahúsið. Sámal Petur er komin fyri seg aftur, og slapp hann heim av sjúkrahúsinum í gjár. Men Sámal Petur skal halda seg í ró eftir tilburðin, og tí hevur hann avgjørt at fara í farloyvi úr tingarbeiðinum til einaferð í januar. Varmaður á tingi fyri Sámal Petur í Grund verður Kári P. Højgaard úr Saltangará.