Politikkur
Farið verður nú undir at endurstovna lokalfeløgini hjá Unga Sjálvstýrinum, veðrur sagt í tíðindaskrivi, nývalda landsnevndin fyri Unga Sjálvstýrið hevur sent um dagarnar.
Fundur varð hildin á Glyvrum sunnudagin, har gjørt varð av at fara undir hetta arbeiðið.
Í fyrsta lagi er ætlanin at stovna feløg, har flokkurin hevur góða undirtøku frammanundan. Tað vil so verða í Eysturoy, Suðurstreymoy og Norðoyggjum, um gangast skal eftir valúrlsitunum. Tað var eisini úr hesum valdømum, umboðini, sum møttu á fundinum sunnudagin, vóru.
Seinni verður væntandi farið aðrastaðni eisini til tess at finna ungfólk, sum hava áhuga fyri politikki floksins, og sum vilja átaka sær at standa fyri einum slíkum felag, stendur í tíðindaskrivinum.
Oddafiskar floksins vóru eisini á fundi á Glyvrum sunnudagin, har teir greiddu frá, hvussu var, tá felagið hjá ungum sjálvstýrisflólkið var virkið og hevði sína bestu tíð seinast í áttatiárunum.
Ein trímannanevnd varð vald, sum skal samskipa royndirnar at fáa lív í aftur ungmannafeløgini hjá Sjálvstýrisflokkinum. Í hana komu: Kenneth Rasmussen, Saltangará, sum er formaður. Saman við honum sita í nevndini Frida Christiansen úr Klaksvík, sum er skrivari og Dan Lamhauge úr Havn, sum er kassameistari.