Her kunnu vit vísa á uppskotið um eina sjálvstýrislóg - eina lóg, ið greitt ásetir, at Føroyar hava sjálvstýri í ríkisfelagsskapinum. Eina lóg, ið javnsetir Føroyar og Danmark, sum tvær sjálvstøðugar tjóðir á jøvnum føti. Sjálvstýrislógin og samveldissáttmálin, ið skal vera ein samstarvssáttmáli millum Føroyar og Danmark, skulu hava altjóða viðurkenning. Hetta skal verða galdandi og bindandi.
Hóast vit vilja hava sjálvstýri í ríkisfelagsskapinum og vilja, at løgtingið skal hava evsta vald í øllum yvirtiknum málum, so verður tað framhaldandi neyðugt at hava neyvt samstarv við Danmark á fleiri økjum. Tí skulu vit hava ein samstarvssáttmála. T.d. skal samstarvið fevna um uttanríkistænastu, um sjúkraviðgerð á ríkissjúkrahúsinum og á øðrum donskum sjúkrahúsum, um atgongd hjá føroyingum til hægri skúlar og læristovnar o.s.fr.
Sjálvstýrislógin er ein savnandi loysn, og javnaðarflokkurin er tann einasti, sum hevur eina nýtiliga loysn í spurninginum um ríkisrættarligu støðuna. Samgonguflokkarnir í borgarligu fullveldissamgonguni hava uppskot um, hvussu framtíðarstøða Føroya skal skipast, men teirra loysn hevur ikki undirtøku í fólkinum. Sambandsflokkurin hevur eitt nýskipanaruppskot, ið hevur til endamáls at nútímansgera heimastýrislógina, men hetta hevur heldur ikki undirtøku í fólkinum.
Ein breiður meiriluti av føroyingum tekur undir við, at heimastýrislógin verður avloyst, og at ein nýggjur karmur verður settur um samstarvið í ríkisfelagsskapinum. Og tað er tað, sum javnaðarflokkurin mælir til og vil samstarva um, fyri at finna eina loysn - fyri at røkka einum úrsliti. Hetta samstarvið eigur at fara fram bæði á løgtingi og á fólkatingi.
Vilja tit eina skjóta og skilagóða loysn á ríkisrættarligu støðuni - eina loysn, sum hevur undirtøku í fólkinum, so er tað javnaðarflokkurin, ið hevur hesa loysnina við sjálvstýrislógini og samveldissáttmálanum, sum skal áseta framtíðar samstarvið í ríkisfelagsskapinum millum Føroyar og Danmark.
Eg skal enda við at heita á tykkum um at fara mannsterk á val týsdagin 20. november og at seta krossin við javnaðarlistan ella eitt av valevnunum á lista javnaðarfloksins. Gera tit hetta, hava tit valt ein flokk, sum vil samstarva og finna loysnir, heldur enn at elva til klandur og stríð og samanbrestir, og tað er eitt gott val fyri Føroyar og føroyingar.










