Sjálvsognarstovnin Berjabrekka 3

Tíðindaskriv

Tórshavnar Kommuna og Íbúðagrunnurin hava í dag 10. november 2000 gjørt av at seta á stovn:



Endamálið við sjálvsognarstovninum er at útvega og reka íbúðahús í Tórshavnar kommunu. Fyrsta uppgávan verður at byggja 60 leiguíbúir í trimum byggistigum á Berjabrekku. Íbúðirnar verða fyri ein part fyrireikaðar fyri persónum við serligum tørvi, tó soleiðis, at rætturin til íbúðirnar ikki bert er tilskilaður hesum persón-skara, men skal talan verða um eitt blandað íbúgvaramynstur.

Í samband við stovnanina hava Tórshavnar Kommuna og Íbúðagrunnurin rinda 1,5 mio kr. hvør sum stovnsfæ. Stovnurin er mannaður við einum 5-manna stýri, har hvør av stovnarunum útnevnir tveir stýrislimir, og hesir hava í felag útnevnt fimta stýrislimin. Stýrislimirnir eru Jóannes Dalsgarð og Jóhann Mortensen vegna Íbúðagrunnurin og Leivur Hansen og Heðin Mortensen vegna Tórshavnar Kommunu, fimti stýris-limurin verður Bjarni Wilhelm, ið verður formaður.

Sjálvognarstovnurin fer beinanvegin at taka samráðingar upp við Tórshavnar Kommunu um at keypa ætlaða grundøkið í Berjabrekku, ið kommunan hevur sett av til endamálið. So skjót sum byggiætlaninar eru vornar meiri økitøkiligar, er ætlanin at kunna eigarafeløgini fyri Berjabrekku 1 og 2 um ætlaðu byggingina.

Vónandi byrjar sjálv byggingin komandi summar, so tær fyrstu 20 íbúirnar kunnu takast í nýtslu í 2002.


Bjarni Wilhelm,

formaður