Sjálvsognarstovnar fongdir við blámusoppi

Av dagstognum hjá Tórshavnar kommunu, sum eru fongdir við blámusoppi, eru tað serliga teir stovnar, sum hava veirð sjálvsognarstovnar, sum eru illa fyri.

Tað segði Heðin Mortensen við útvarpið í morgun.

Í løtuni fer ein stór umvæling fram í dagstovninum í Hoyvík, sum er vorðin serliga kostnaðarmikil, og nú er eisini komið undan kavi, at dagstovnurin Birkilund – fyrr Konmansmýra – eisini er gongdur við blámusoppi og stendur til eina stóra umvæling.

Heðin Mortensen segði, at fer umvælingin at kosta meira enn 10 milliónir, so eigur stovnurin at verða tikin niður og nýggjur bygdur.

Hann segði samstundis, at vit ikki skulu rokna við, at fleiri av stovnunum hjá Tórshavnar kommunu eru fongdir við blámusoppi. Teir hava verið væl riknir, har eru húsavørðir, sum halda dagligt eftirlit. Hinvegin segði hann, at hann helt, at teir stovnar, sum hava verið sjálvsognarstovnar, hava prioriterað øðrvísi.

– Tey hava helst hugsað meira um tann dagliga raksturin enn umvælingar og eftirlit, segði Heðin Mortensen.

Men nú eigur kommunan hesar dagstovnar og tað verður kommununnar uppgáva at umvæla teir.