Sjálvsavgerð er sjálvsøgd

Serfrøðingar halda, at tíðin er farin frá kjakinum um, hvørt føroyingar eru tjóð við sjálvsavgerðarrætti. Kjakið eigur at snúgva seg um innihald

Tað er ongin ivi um, at føroyingar eru tjóð við sjálvsavgerðarrætti.
Tað er greiða støðan á Grundlógaráðstevnuni, sum leikar í Norðurlandahúsinum.
Sagt verður annars, at samráðingarnar millum Føroyar og Danmark um fullveldi slitnaðu, tí danska stjórnin ikki vildi svara, um føroyingar eru tjóð við teimum altjóða rættindum, sum fylgja við. Men tað er ongin ivi um, sambært teimum altjóða serfrøðingum, ið vitja Føroyar.
Rætturin til sjálvsavgerð hevur verið nógv frammi í londum, sum hava kravt sjálvstýri. Men sambært Dr. Chimene Keitner hava føroyingar ein landafrøðiligan fyrimun.
? Føroyar eru leysar av øðrum geografiskt. Føroyingar eru eitt egið fólk, við egnum málið og mentan, so hatta er ein spurningur, sum tit eru komin forbí. Tit eiga heldur at kjakast um innihald. Hvat tit ætla at brúka tykkara sjálvavgerðarrætt til, sigur Chimene Keitner.
Íslendsku professararnir Sigurður Líndal og Eirikur Thomasson eru líka avgjørdir sum Dr. Keitner.
? Føroyingar eru eitt annað fólk enn tað danska og hava egið mál og egna mentan. Søguliga hava Føroyar verið serskilt land við rættindum, sum í ávísan mun hava verið óheft av danska ríkum. Sæð út frá hesum er ongin ivi um, at føroyingar hava tey rættindi, sum tjóðir hava til sjálvsavgerð, hóast teir eru undir donsku grundlógini, sigur Eirikur Thomasen, professari.
Sjálvsavgerðarrætturin snýr seg millum annað um, hvørt eitt fólk hevur rætt sjálvt at gera av, hvørja ríkisrættarliga støðu tað vil hava.