Formæli
Vit, fólkið í Føroyum, samtykkja hesa stjórnarskipan okkara. Hon er grundarlag undir stýri okkara og tann fyriskipan, ið skal tryggja frælsi, trygd og trivnað okkara.
Vit bygdu hetta landið í fornari tíð og skipaðu okkum við tingi, lógum og rættindum.
Vit hava hildið ting til henda dag og skipað okkum eftir fólksins tørvi um landið alt.
Føroyar hava í sáttmála viðurkent felagsskap við onnur lond. Ongin sáttmáli kann tó sløkkja sjálvræði landsins. Landsins egnu lógir og avgerðir eru bert tær, sum framdar eru á rættan hátt í landinum sjálvum eftir fólksins vilja.
Føroyar verða skipaðar eftir nútíðar tørvi á siðaarv okkara við valdsbýti, løgræði og rættindum.
§1. Føroyar
(1) Føroyar eru land.
(2) Føroyar hava sambært sáttmálum verið knýttar at øðrum londum og kunnu framvegis vera knýttar at øðrum sambært sáttmála.
(3) Nýggjur sáttmáli, eins og broyting í verandi støðu, skal samtykkjast sum ásett í hesi skipan.
Viðmerkingar til § 1
Føroyar eru millum heimsins elstu lond. Norrønir landnámsmenn hava havt við sær stjórnarligar siðir úr Norðanlondum eins og bretsku oyggjunum og skipað seg við tingi, løgrættu, vártingum og møguliga goðum (útinnandi og fyriskipandi høvdingum). Tíverri eru ikki mangar skrivligar keldur frá eldri tíð, men tær, ið eru, saman við keldum og siðum í øðrum sambarligum londum, eittnú Noregi, Íslandi og Man, bera vitni um eina framkomna og støðuga skipan.
Síðani hava Føroyar viðurkent norskar og danskar kongar og hava sum land verið knýtt at tí danska ríkinum seinastu øldirnar, uttan tó nakrantíð at hvørva sum land og løgdømi.
Fyrsta stykki tekur samanum stjórnarsøgu og stjórnarstøðu Føroya. Føroyar eru politisk eind, nevnd land, ið fólk hava bygt, skipað og áhaldandi tikið undir við. Føroyar sum stjórnarlig eind eru ikki heimilaðar ella stovnaðar í nakrari útlendskari lóg ella sambært altjóða reglum, heldur byggja Føroyar á søgu og støðuga undirtøku frá fólkinum í landinum.
Annað stykki lýsir tann veruleika, at Føroyar eru og í mangar øldir hava verið í eini sáttmálastøðu við onnur lond og ríki. Føroyar eins og hini norrønu londini í vesturi gjørdu sáttmála við norska kongin seint í trettandu øld. Sjálvur tann skrivligi sáttmálin hjá Føroyum, um slíkur var gjørdur, er ikki varðveittur, men tann hjá Íslandi er, eins og vit vita um aðrar. Í øllum førum var talan um eina føroyska viðurkenning av samveldisstøðu. Sáttmálastøða Føroya broyttist tó, tá norska og danska kongsættin runnu saman, og í langa tíð var ymiskt, hvussu kongur virdi Føroya fólk og ting, serliga eftir 1814, tá kongur lat frá sær Noreg og vildi ikki kalla løgtingið saman í mong ár eftir tað. Føroyar vóru tó altíð virdar sum egið løgdømi, land við egnum lógum og skipanum. Føroyingar vóru bidnir at svørja kongi trygdareið, lógir vóru kunngjørdar her, kongur metti tær sum vort land Færø og brúki føroyska veðrin sum part av vápnaprógvi sínum.
Støðu Føroya sum eitt land, ið kundi formliga ella í verki virka úteftir og gera sáttmála, sýntist serliga væl undir og beint eftir seinna heimskríggj, tá danir viðurkendu, at Føroyar kundu loysa frá Danmark, tó at danska stjórnin ikki vónaði at so fór at vera. Endin var sum øllum kunnugt tann nýggi sáttmálin, heimstýrisskipanin.
Hesin veruleiki, at Føroyar ígjøgnum tað ting, føroyingar velja, í verki hava viðurkent eina samveldisstøðu verður við stjórnarskipanini staðfestur. Samstundis verður eisini heimildin samtykt antin at halda fram, ella at broyta verandi, ella at gera sáttmála við onnur samveldi ella taka Føroyar úr samveldisstøðu.
Triðja stykki ásetur, at føroyingar við at samtykkja hesa stórnarskipan avráða sínámillum, at týðandi broytingar í samveldisstøðu, tað verði seg taka seg úr samveldi, týðandi at umskipa verandi støðu ella at ganga inn í annað samveldi, skulu samtykkjast á serligan hátt. Hesin háttur verður lýstur seinni í stjórnarskipanini (§ 94).
§94. Samveldi
(1) Føroyar kunnu sambært sáttmála vera í samveldi við øðrum londum og ríkjum.
(2) Nú vil tingið broyting í verandi støðu; tá skal tingið samtykkja hetta eins og lóg við avgjørdum meiriluta. Eitt ár eftir viðtøku tingsins skal fólkið atkvøða um broyttu støðuna, og tá skal vanligur meiriluti ráða.
(3) Ein og hvør samveldisstøða, har samveldisstovnar fáa vald, ið annars liggur hjá landsins stovnum, skal greinast væl í sáttmála. Samveldið kann ikki gera seg inn á rættindi fólksins. Fremstu stovnar landsins ansa eftir, at andin í hesi stjórnarskipan og sjálvræði Føroya ikki koma í vanda í samveldisstøðu.
Viðmerkingar
Saman við fortaluni og § 1 teingja serliga stykki eitt og tvey í hesi grein seg at spurninginum um sokallaðu tjóðskaparligu semjuna; t.e. hvussu føroyingar skulu skilja samband sítt við onnur lond og felagsskapir, serliga Danmark, og eftir hvørjum mannagongdum hetta samband skal kunna broytast. Hetta er tí serliga politiskur partur av hesum arbeiði, sum onnur enn politikarar og veljarar ikki eiga at hava ov greiðar meiningar um. Í viðmerkingunum til fortaluna og § 1 stendur eisini um spurningin um støðu Føroya sum land. Tí skal ikki verða gjørt so nógv burtur úr tí spurninginum her. Heldur eru tað mannagongdir í sambandi við at broyta støðu, sum eru áhugaverdar í hesum sambandi.
Tá nevnt verður ymsastaðni í hesi grein, at Føroyar sambært sáttmála kunnu vera í samveldi við øðrum londum og ríkjum, verður serliga sipað til tvinnanda viðurskifti. Hesi eru støða okkara í verandi samveldi við danska ríkið og møgulig støða, tá Føroyar fara upp í annað samveldi, annaðhvørt tað er ríkisfelagsskap ella hugsandi omantjóða (supranationalan) felagsskap, sum Evropeiska Samveldið (ES), ella seinni ætla grundleggjandi at broyta slíkan limaskap ella taka seg úr felagsskapinum. Kortini sipar triðja stykki einans til sokallaðan omantjóða felagsskap.
Í sambandi við, at lunnar stutt eftir seinna veraldarbardaga vórðu lagdir undir evropeisku felagsskapirnar, sum í dag verða nevndir ES undir einum, var vanlig fatan, at hetta ikki kundi verða gjørt í ymisku londunum uttan serliga heimild í stjórnarskipanini, uttan at sjálvar stjórnarskipanirnar tó greitt søgdu nakað um, hví forboð skuldu vera móti partvís at leggja landið inn undir felagsskapir. Tí fingu eisini eittnú Danmark og Noreg í skipanum sínum ávikavist greinar tjúgu og nítiogtrý.
Summi hava roynt seg við ymsum ítøkiligum grundgevingum fyri slíkum greinum. Sum dømi kann nevnast, at myndugleikarnir missa eftirlitið við avgerðum, ið binda borgararnar inni í landinum, at rættligar avgerðir frá omantjóða myndugleikunum ganga fram um tær hjá einstøku londunum á sama øki ella, og sum tað mest nýtta, at omantjóða felagsskapurin beinleiðis ásetur rættarstøðuna hjá borgarunum í einstøku londunum.
Onnur viðurskifti enn hesi nevndu hava tó minst líka stóran týdning. Eitt nú fingu altjóða felagsskapir fyrr í tíðini ikki uppgávur, ið vanliga liggja hjá ríkjunum. Tá so felagsskapir verða stovnaðir í Evropa til eisini at taka sær av viðurskiftum, sum vanliga liggja hjá ríkjunum, kemur hetta í stríð við vanliga fatan av, hvat øðru megin hoyrir undir altjóðarætt og altjóða stovnar og hinumegin ríkini. Tí bleiv tað hildið at vera í stríð við fyritreytirnar fyri stjórnarskipanunum í hesum londum at lata altjóða felagsskapum vald, sum annars er hjá ríkjunum.
Ein onnur orsøk er eisini dráttur at sjálvræði ella tjóðskaparkensla. Tað er sum, at sjálvræði hevur serligan rætt, og at myndugleikar eru ivasamir mótvegis felagsskapum, ið kunnu hótta sjálvræði landsins, og ikki halda seg kunna lata hesum felagsskapum vald uttan serliga heimild.
Í øðrum stykki verður mannagongdin ásett fyri at broyta í mun til verandi støðu. Krav er um avgjørdan meiriluta t.e. at vanligur meiriluti krevst, men at allir tingmenn skulu verða møttir og at fólkið við atkvøðu skal taka endaliga avgerð í minsta lagi eitt ár seinni. Í tí sambandi verður við orðinum samveldi hugsað bæði um ríkisfelagsskap og omantjóða felagsskap (ES) og sama mannagongd verður kravd í øllum førum. Hetta er orsakað av, at ásetingin skal verða partur av tjóðskaparligu semjuni; annars eru tað ivaleyst mong, ið halda, at linari krøv áttu at verið sett til avgerð um at taka meira sjálvstýri enn at siga frá sær sjálvræði. Hetta er støðan í sjálvstøðugum londum, har sjálvræði ofta verður hildið at hava ein frammanundan givnan betri rætt. Men vit eru sum nevnt í serligari ríkisrættarligari støðu, og at krøvini til at broyta skipan og vinna meira sjálvræði eru tey somu sum til at lata sjálvræði frá sær má vera partur av semju.
Viðvíkjandi spurninginum um broytingarreglur og tað rætta við at krevja serligan meiriluta heldur enn seinkan og drál verður víst til viðmerkingarnar til grein nítiognýggju. Tað verður tó hildið at vera enn minni legitimt at krevja serligt fleirtal í sambandi við avgerð um at vinna meira sjálvræði enn í sambandi við vanliga broytingaráseting, sum skal hevja stjórnaskipanina yvir vanligar lógir. Serligur meirililuti er heldur ikki kravdur í hesum sambandi, einans krevur stykki tvey fleirtal av øllum tingmonnum. Hetta kann ikki verða sammett við serligan meiriluta, tí ikki er órímiligt at vænta, at allir tingmenn møta til slík stór mál. Tá tað kortini er grund til at tryggja, at meiriluti er toliliga støðugur, er hátturin at seinka tilgongdina við at krevja eitt ár og at gera hana truplari við at krevja avgerð bæði frá tingi og fólki, men tó ikki serligan meiriluta.
Fyrsti liður í stykki trý áleggur landsins myndugleikum at áseta neyvt ella greina væl í sáttmála tað vald, sum annars liggur hjá landsins stovnum, og samveldismyndugleikar fáa. Hetta er krav um neyvleika ella fastleika, sum er kent frá líknandi ásetingum í skipanum í øðrum londum. Er valdið ikki neyvt ásett, kann verða ómøguligt at hava eftirlit við og fáa yvirlit yvir sannlíku avleiðingarnar av, at vald verður latið av landinum. Av tí at søguliga er lítið sannlíkt, at Føroyar aftur fara at lata vald frá sær til Danmarkar, kundi ein hildið, at henda áseting einans hevur at gera við viðurskiftini mótvegis samveldum, sum tí evropeiska. Men so er ikki; ásetingin er eins væl ætlað at fevna um nýskipanir í viðurskiftunum við Danmark ella, sum í løtuni er enn minni sannlíkt, onkrum øðrum landi sum við felagsskap sum evropeiska samveldið.
Annar liður í stykki trý sigur, at samveldið skal ikki kunna gera seg inn á rættindi fólksins. Hervið er stjórnarskipanin býtt upp eftir tign, har rættindini mugu fáa størstu virðing í hesum samveldishøpi.
Triði liður í stykki trý áleggur fremstu stovnum landsins at hava eftirlit við, at sjálvræðið og andin í hesi lóg ikki koma í vanda í samveldisstøðu. Hetta er at senda fremstu stovnum landsins tey boð, at vald latið til samveldi kann ikki vera óavmarkað, ið tað nærum er í øðrum londum, og tað er teirra ábyrgd at hava hetta eftirlit.
Týdningarmest við grein nítiogfýra er, at eftir viðtøku av henni er grundarlag fyrstu ferð skapt fyri, at allar stórar politiskar avgerðir um at broyta viðurskifti Føroya við umheimin fara at verða avleiddar av og legitimeraðar í føroyskari stjórnarskipan.