Sjálvsavgerðar-rætturin hjá kommununum

Flest allir politikarir eru samdir um, at fleiri uppgávur skulu leggjast út til kommununar at umsita. Tað tykist ikki at verða nøkur ósemja millum landspolitikarar og kommunupolittikarar um hetta.

Schumann Hjaltalin, býráðslimur

Valevni fyri Sambandsflokkin




Tó er tað ørkymlandi, um uppgávubýtið millum land og kommunu ikki er klárt útgreinað. Her er avgerandi at staðfesta, hvør skal gjalda, og hvør tekur endaligu avgerðina.

Ein trupulleiki tykist verða, at tá landið letur eina uppgávur frá sær, so vilja teir tó hava ein fingur við í spælinum. Tað tykist, sum landið ikki metir, at kommununar eru sína uppgávu vaksin.

Landsmyndugleikin hevur eitt komunalt eftirlit, sum skal halda eitt vakið eyga við kommununum, og tað er sum so einki skeivt við tí. Men hvar var hetta eftirlitið í áttatiárunum, her hugsi eg um ta politisku ábyrgdina hjá landsstýrismanninum. Hvørt eitt einasta lán, sum komununar tóku, varð góðkent av landsstýrinum, vit kenna bert eitt dømi, tá landsstýrið helt aftur, tað var tá táverandi landsstýrismaður í kommunumálum Karolina Petersen noktaði borgmeistaranum í Klaksvík at tekja Klaksvíkina.

Landsstýrið eigur at gera so greiða lóggávu á tí kommunala økinum, at tað ikki er neyðugt við einum dýnulyftaraeftirliti. Um býráðspolitikarar fara út um lóggávuna, so skal hetta fáa avleiðingar fyri teir.

Tórshavnar Kommuna er størsta kommuna í landinum og hevur hon tí flest umráði at umsita. Tað er tí neyðugt, at vit fáa eitt greitt býti millum land og kommunu, so hvør partur veit, hvørjum hann hevur ábyrgd av.