Sjálvsagt krav til venjararnar

Petur Simonsen, sum í eini 25 ár hevur virkað innan venjarayrkið í Føroyum, heldur tosið um betri trygt vera eitt sjálvsagt krav frá venjarunum

Fótbóltur

 

Í blaðnum í gjár segði Kurt Mørkøre, at hann og aðrir føroyskir venjarar í løtuni arbeiða við at betra um setanarkorini hjá fótbóltsvenjarum í Føroyum. Millum annað við at orða ein standard-sáttmála, sum skal tryggja venjararnar betri, um talan er um uppsøgn.

Ein av teimum heilt royndu venjarunum í Føroyum er Petur Simonsen. Fuglfirðingurin hevur síðani 1982 verið meira ella minni knýttur at venjarayrkinum, og gjøgnum nógv ár í fremstu røð hevur hann upplivað bæði góðar og minni góðar støður, sum ein venjari kann koma í.

Og hann er ikki í iva um, at tað er upp á sítt pláss, at korini hjá venjarunum nú verða bøtt.

- Tað er í øllum førum mín varhugi, at teir føroysku venjararnir tryggja seg nógv verri, enn teir útlendsku gera. Sáttmálarnir, sum verða gjørdir, eru ofta úrslit av, at tað eru leikfólk, sum standa fyri arbeiðinum. Og tí er møguleiki fyri, at annar parturin stendur sera veikur, um trætumál stinga seg upp.

- Fótbólturin sjálvur er annars vorðin alt meira proffesionaliseraður, og tí er tað væl ikki meira enn náttúrligt, at venjararnir fylgja við í hesi menning heldur Petur.

 

Neyðugt fyri tilgongdina

Ein av høvuðsboðskapunum hjá Kurt Mørkøre var, at verandi støða kann fáa nógvar venjarar at setast aftur, tá bæði tíð og peningur skal brúkast til at fáa sær neyðugu útbúgvingina. Og hesum dugir Petur Simonsen eisini væl at fylgja.

- Tað er í dag trupult at samantvinna venjarayrkið í einum Formula-felag við eitt fulltíðar starv uttan fyri vøllin. Og tí mugu vit skapa umstøðurnar, soleiðis at ein venjari torir at skerja tíðina á vanliga arbeiðsmarknaðinum. Verður tað ikki gjørt, so ivist eg ikki í, at tað kann fáa fleiri at setast aftur á leiðini.

- Og tað má ikki henda. Eg skal avgjørt ikki seta niður á útlendsku venjararnar í Føroyum, sum í nógvar mátar gera eitt framúr arbeiði, og sum geva okkum øðrum góðan og neyðugan íblástur. Men tað er neyðugt, at vit hava eina stammu av føroyskum venjarum. Annars verður serstakliga trupult at halda fast í neyðuga stabilitetinum og menningini.

 

Venjarafelagið broytt

Sjálvur hevur hann verið nevndarlimur í venjarafelagnum. Seinnu árini hevur felagið tó ligið meira ella minni stilt, men Petur heldur, at hetta er ein gott høvi at fáa lív aftur í felagið.

- Í síni tíð varð felagið sett á stovn, tí vit vildu røkta og betra føroysku venjaraútbúgvingina. Her hevur FSF eisini gjøgnum árini lagt stóra orku, og tann orkan er ikki minni í dag. Og tí er kanska ikki so átrokandi við tí partinum.

- Tørvurin á einum felag er tó framvegis til staðar. Og tað er í tráð við menningina, at talan verður at kalla um fakfelag. Sum føroyskur fótbóltur hevur ment seg, verða krøvini til venjaran alt størri. Og so er tað bara náttúrligt, at venjarin eisini setir krøv, sigur Petur Simonsen.