Um tað ikki eydnast 07 Vestur at vinna fulla úrtøku á heimavølli seinnapartin, so fer tað at síggja heilt svart út hjá vesturliðnum. Tá fer vónin um at halda fram í bestu deildini fyrst og fremst at vera treytað av, at tað bara verður eitt lið, sum flytur niður, tí tað bara verður eitt lið, sum fer at kvalifisera seg at flyta upp úr næstbestu deildini.
Skálamenn eru á veg vestur til Sørvágs við stórum sjálvsáliti. Tað sigur seg sjálvt, at lagið hevur verið gott undir venjingunum í hesi vikuni, nú tað sunnudagin eydnaðist at vinna í Runavík.
-Tá ið vit spæla ímóti 07 Vestur, er talan altíð um sera tættar uppgerðir. Tað er sjáldan, at tað verður avgjørt fyrr enn fram ímóti dystarenda, og soleiðis verður tað ivaleyst eisini í dag. Tá ið vit spældu ímóti teimum á Skála fyrst í august koppaði tað teimum til fyrimunar. Teir vunnu 1-0, hóast vit vóru ellivu ímóti tíggju í meiri enn ein hálvan tíma. Tá høvdu vit nógvar møguleikar, uttan at tað eydnaðist at skora, sigur Skála liðformaðurin Pætur Dam Jacobsen.
Miðverjin Jákup Jakobsen er leikbannaður, og framrættaði Jákup Johansen er tøkur aftur eftir langan skaðasteðg.
Tað mundi vera søtur musikkur vestanfyri, tá ið tíðindini í gjárkvøldið bórust um, at B68 hevði tapt ímóti teimum næstbestu hjá B36. Tað úrslitið ber við sær, at sannlíkið nú er størri fyri, at tað bara verður eitt lið, sum fer at flyta niður. Um tað verður soleiðis, so sleppur 07 Vestur undan at flyta niður.
-Vit fokusera á okkara dystir, og avrikini hava víst, at vit hava møguleika ímóti øllum. Sunnudagin vóru vit á odda á útivølli ímóti toppliðnum í meiri enn ein tíma, og so taptu vit síðsta korterið. Hugburðurin var góður, og tað vænti eg avgjørt, at hann eisini verður í dag, nú so nógv stendur upp á spæl, sigur 07 Vestur venjarin Trygvi Mortensen.
Gunleif Magnusarson er langtíðar skaddur. Martin Tausen og Sølvi Egilsson eru tøkir aftur eftir leikbann.










