- Tá talan er um eitt botnstríð kemur tú ikki langt við flottum fótbóltsspæli. Tá ræður tað um blóð, sveitta og tár.
Soleiðis segði Stig Tøfting, fyrrverandi danskur landsliðsleikari, í donskum miðlum um vikuskiftið. Men hansara útsøgn varð ikki prógva í Gundadali seinnapartin í gjár.
Tí fótbóltsspælið var – júst sum alt kappingarári – fremst á breddanum hjá B36. Nógv ferð var á bóltinum, einstaklingarnir høvdu hugflog og dirvið og tað var eingin ivi, tá møguleikin var at fáa bóltin framvið Meinhardti Joensen.
B36 spældi við sjálvsáliti og við avrikunum seinastu vikurnar í huga er tað torført at hugsa sær, at liðið ikki luttekur í Vodafonedeildini í 2010.
Runavíkingar komu sera illa frá byrjan, og tað fekk sjálvsagt stóra ávirkan á avrikið. Men teir eiga rós fyri stríðshugan og spæligleðina. Teir fingu einki gult kort, sum prógvar, at teir ikki vóru merktir av álvarsomum frustatiónum. Hóast NSÍ var aftan fyri við fimm málum, og Óli Hansen eftir einum tíma sendi brotsspark framvið málinum, royndu teir at spæla, og tað gav úrslit til seinast – men tvey mál hjálpti ikki tað stóra.










