Sjálvsálit kann lærast

"Tað finnast fólk, ið altíð tykjast at hava eydnuna við sær. Og tað hava tey, tí tey hugsa á ein serligan hátt - ein hátt, vit øll kunnu læra", sigur Diana Borgnýardóttir, NLP-ráðgevi.

Anna V. Ellingsgaard
ave@post.olivant.fo
??????????????????


Nýtsluleiðbeining til heilan.
"Vit fingu øll heimsins mest framkomnu teldu í føðingardagsgávu. Men tíverri fylgdi ongin nýtsluleiðbeining við.", hevur onkur sagt, og samanberingin millum menniskjaheilan og teldur er í grundini eyðsýnd, sigur Diana Borgnýardóttir.
Tey flestu av okkum brúka bert ein brotpart av teimum møguleikum, teldan hevur. Vit strika allatíðina gomul forrit og seta nýggj í, sum betri megna at nøkta okkara tørv og ynskir. Á sama hátt mugu vit hugsa nýggjar tankar, um vit skulu røkka nýggjum málum. Tí um tú hugsar, sum tú plagar, verður alt, sum tað plagar. Heldur tú lítið ella onki um teg sjálva, verða tíni avrik heilt víst hareftir. Trýrt tú hinvegin uppá tínar dygdir, røkkur tú eisini nýggjum málum.
Kanningar vísa, at fólk, ið skara framúr, motivera seg sjálvi á ein serligan hátt. Tey útihýsa tankanum um, at eitthvørt miseydnast, tí í hugaheiminum eru tey longu komin á mál. Stimbrandi tankar, kveikjandi orð og positivar sjálvsmyndir stýra teirra hugsunarhátti, og hetta kunnu øll læra.
Eg veit væl, at hetta ljóðar ótrúliga einfalt og fyri onkran ivaleyst eisini eitt vet ov smart. Men tað kemst av, at NLP í sínum útgangsstøði bert setur orð á nakað, vit øll vita frammanundan. Vit duga bara ikki at brúka hesa vitan í gerandisdegnum. Og tað er hetta, ein NLP ráðgevi kann læra onnur, sigur Diana.
"Eg dugi onki"
Eitt av hesum orðum er "Innari atfinnarin." Tað er røddin, sum fortelur tær, at tú ikki er góð nokk, onki dugir og onki megnar. Vit hoyra øll hesa røddina av og á, men hjá menniskjum við lítlum sjálvvirði køvir hon so við og við allar nýggjar ætlanir, tí sum hon sigur: "Tað eydnast nokk ikki allíkavæl." Til endan verður hesin setningur ein spádómur, ið uppfyllir seg sjálvan
Innari atfinnarin verður sum frá líður til øvundsjúku inn á alt og øll, sum skara framúr onkusvegna. Tú fært ikki rúmað teirra framgongd, tí hon minnir teg ov nógv um tínar egnu spiltu møguleikar. Úrslitið er ein avskeplað tankagongd, har fólk halda seg vaksa við at fáa onnur at minka. Tí eru vit so skjót at kalla fólk erpin ella sjálvglað og vei teimum, um tey ditta sær til at traðka fram.
Men tað sigur seg sjálvt, at onki kann vaksa í einum slíkum umhvørvi og tí fara so ótrúliga nógvir virðismiklir møguleikar fyri skeyti. Møguleikar fyri at læra av hvørjumøðrum, fyri mennandi samskifti millum menniskju og fyri yvirhøvur at kunnu geva tað besta av sær sjálvum.
Dagsskrá: Herðaklapp og rós
Tað er eyðsæð, at innanhýsis ósemjur á arbeiðsplássum stórtrívast í einum slíkum umhvørvi. Øll slatra um og baktala øll, og rætti viðkomandi fær ongantíð nakað at vita. Arbeiðsandin á eini slíkari fyritøku verður ikki bara ótolandi, alt arbeiðsplássið verður eisini tappað fyri orku og skapanarhug. Og starvsfólkafundirnir drukna í kjakinum um, hvør nú hevur skyldina av at trupulleikarnir eru um at vaksa øllum upp um høvdið.
Tá eg so komi inn í myndina, er tað ikki fyri at loysa trupulleikarnir fyri arbeiðsplássið, men fyri at fáa fólk sjálv at lata eyguni upp fyri teimum góðu úrslitunum, sum hóast alt hava verið og seta orð á styrkina og positivu eginleikarnar hvør hjá øðrum. Í tí løtuni herðaklapp, rós og tileggjan seta dagskránna, fáa øll hug at gera sítt besta og eitt sindur afturat. Hvussu ofta hoyra vit ikki listafólk, sum hava fingið eina virðisløn, siga: Hendan virðislønin eggjar meg fyrst og fremst til at halda fram og mennast meir?
Men gamlir vanar kunnu vera truplir at broyta og teir mugu broytast innanífrá. Tí nyttar tað onki við einvegis samskifti, har eg bara standi og greiði frá. Tá tað snýr seg um samstarvstrupulleikar, er tað umráðandi, at fólk fáa nøkur amboð, tey sjálvi kunnu royna, eisini tá eg eri farin. Tá eg haldi skeiðir í hesum, fái eg fólk at luttaka i ymsum lutaleikum, har tey millum annað skulu eygleiða sín egna atburð útifrá og eisini læra týdningin av málburði, kroppsmáli, tónalegu, tositíttleika o.s.fr. Hetta er ein ótrúliga góður máti at fáa fólk at síggja, at tey til dømis sjálvi kanska ikki altíð eru so løtt at vera saman við.
Skapa tær nýggjar myndir
Fólk, ið hava høgt sjálvsvirði, hava ein serligan eginleika til bert at minnast tær góðu upplivingarnar og at duga at brúka tær seinni. Onnur hanga kensluliga og hugsanarliga føst í teimum keðiligu upplivingunum. Hetta síggi eg oftast hjá fólki, sum hava upplivað eina starvssamrøðu ella próvtøku, sum gekk av hundanum til. Tá tey seinni standa í eini líknandi støðu, birtast som kenslur og tankar aftur í teimum, og tey uppliva tí nýggju støðuna júst á sama hátt. Gamla upplivingin hevur fest seg í hugaheiminum sum ein heilt ítøkilig mynd við litum og ljóði, sum tey allatíðina síggja fyri sær. Eg hjálpi so við at upploysa hesa myndina, minka hana til hon at enda bert er ein lítil svartur prikkur, sum so hvørvur. Síðani skapa vit eina nýggja mynd, sum er júst soleiðis, sum tú ynskir og vónar at støðan skal kennast. Við at liva teg fult og heilt inn í nýggju positivu myndina og veruliga trúgva uppá tað, hon vísir tær, eggjar tú teg sjálva til at bera teg at í tráð við hana.
Eisini politikkarar
Sjálvt um tínum sjálvsvirði vanliga onki bagir, uppliva vit øll løtur, har vit kenna okkum ótrygg og kundu trongt til eitt skump. Undir valstríðnum fekk Diana til dømis nógvar áheitanir frá fólki, sum høvdu stillað upp, men kendu seg ótrygg við at fara í sjónvarpið ella at tosa frammanfyri eini stórari áhoyrarafjøld.
Fyri at læra slíkt, skalt tú fyri tað fyrsta gevast við at tvassa runt í ræðumyndum, har tú ikki fært eitt orð upp, sigur okkurt skítbýtt ella gert tær fyri skommum. Set orð á, hvussu tú veruliga ynskir at standa fram. Hvørjir eginleikar vilt tú útstrála: Trúðvirði, sjálvsálit, tryggleika, mynduleika, opinleika, áræði? Hetta eru eginleikar, vit øll hava í okkum, men sum ofta vórðu doyvdir ella lammaðir onkustaðni í okkara uppvøkstri. Fyri at blása nýtt lív ein eginleika sum til dømis trúvirði, mást tú hugsa teg aftur til eina støðu, har tú veruliga kendi á tær, at fólk lurtaðu eftir tær og tóku tað, tú segði, til sín. Tað er ikki so umráðandi, hvør støðan var, tað er kenslan sum er avgerandi. Savna teg so um hesa kensluna, liva teg fult og heilt inn í hana og tú fert at kenna, hvussu hon spakuliga gert so verulig innaní tær, at øll onnur eisini síggja og merkja hana.
Hugsa teg klænan
Í dag verður NLP arbeiðshátturin nýttur í alsamt fleiri viðgerðum, har fólk eru fangað í oyðileggjandi lívsvanum. Til dømis royking, rús- og evnismisnýtslu ella etingarólagi. Og fleiri og fleiri fólk venda sær eisini til NLP ráðgevar fyri at fáa hjálp til at klænka seg.
Ein klænkikurur einsamallur er í grundini bara ein viðgerð av nøkrum eyðkennum. Tí tað er jú ikki maturin í sær sjálvum, men mátin, tú hugsar um mat og tað at eta, ið er trupulleikin. Fólk, ið eru kedd um sína vekt, seta oftast mat í samband við skomm og ringa samvitsku. Ynskir tú at klænka teg, nyttar tað onki at hanga føst í eini sjálvsmynd, ið sigur, at tú ert ljót og tjúkk og onga viljastyrki hevur.
Skapa tær eina mynd av tær sjálvari soleiðis sum tú ynskir at síggja út og kenna teg. Hugsa í litum, vøkrum klæðum, hvat sum helst, fyri at gera myndina so veruliga og livandi sum gjørligt. Og lat so vera við at ganga og siga við teg sjálva "Eg má klænka meg". Ger í staðin teg sjálva til høvuðspersón við at siga: "Eg vil klænka meg." Tá verður tað tú, og ikki alt møguligt annað, sum verður drívmegin í nýggju verkætlanini, sigur Diana.
Viga tíni orð
Eitt er, at orðini, vit brúka um okkum sjálvi, ávirka okkara sjálvsfatan. Men tey fæstu geva sær far um, hvussu nógv tey eisini kunnu ávirka síni medmenniskju við orðum. Orð kunnu menna og stimbra, men tey kunnu so sanniliga eisini brótar niður.
Ein øgiliga vanligur óvani er til dømis at finnast at persóninum, tá tað í veruleikanum er ein ávísur atburður, ið irriterar okkum. Gongur maðurin hjá tær til dømis og melur aftur og fram frammanfyri sjónvarpinum, meðan tú situr og hyggur, er skjótt at goyggja eftir honum: "Gudsdoy, tú ert irriterandi." Um hann á hendan hátt javnan fær at vita, hvussu irriterandi hann er, fer hann at halda, at tað má vera eitthvørt grundleggjandi galið við hansara persónligheit. Tíni orð verða til endaligar dómar, hann ikki fær gjørt nakað við og tí kann alt samskifti líka so væl bara halda uppat.
Um tú í staðin sigur, hvat tað er, sum irriterar teg, flytur tú fokus frá persóninum til ein ávísan atburð, sum kann broytast. Ein sera einfaldur máti at skapa møguleikar og ikki forðingar fyri einum mennandi samskifti millum menniskju, sigur Diana Borgnýardóttir at enda
Hvat er NLP?
NLP stendur fyri Neuro Linguistic Programming. Grundhugsanin er, at tankar (neuro) endurspeglast í málburði (linguistic), sum síðani ?programmera? atburð. Við at hugsa øðrvísi og nýta onnur orð, kunnu menniskju also programmera seg sjálvi til at broyta atburð.

Ein NLP ráðgevi tekur fyrst og fremst støði í sjálvsmyndini hjá tí einstaka og teimum kenslum og orðum, ið tengja seg at henni.
Við samrøðum og við neyvum spyriháttum fær ráðgevin viðkomandi at nýta onnur og nýggj orð um seg sjálvan. Leita verður aftur til góðar upplivingar, sum slóða vegin fyri mennandi orðum og kenslum og harvið eini positivari sjálvsmynd.
Við stuðli frá ráðgevanum, kann viðkomandi liva seg inn í positivu sjálvsmyndina og harfrá virka í tráð við hana.