Sjálvræði - Yvirræði : 5 - 1

Løgtingskvinna fyri Tjóðveldisflokkin

Føroyar eru í dag umfataðar av donskum revsi- og rættargangslógum v.m., ið danska stjórnin einsíðis hevur sett í verk, hóast eitt einmælt Løgting í 2001 og aftur í 2003 hevur víst á, at vit í Føroyum ikki ynskja hesar lógir og at hetta tí gongur beint ímóti vilja Føroya fólks. Eisini
Hóast hetta hevur danska stjórnin í vár í ár einsíðis og uttan at upplýsa Løgtingið ella lata Løgtingið viðgera málið, lýst hernaðarligar revsi- og rættargangslógir og kunngerðir v.m. at verða galdandi fyri Føroyar. Hetta fekk Løgtingið til at gera vart við seg - enn einaferð.
Í mai 2003 tók enn einaferð eitt samt Løgting undir við einum ríkislógartilmæli, ið hevði til endamáls at avtaka donsku revsi- og rættargangslógarnar v.m., ið danska stjórnin hevði lýst fyri Føroyar. Ríkislógartilmælið varð lagt fram av øllum flokkum á tingi undantikið Sambandflokkinum. Hesin flokkur tók tó eisini undir við tilmælinum.
Men aftur hesuferð varð einmælta samtyktin hjá Føroya Løgtingi sett til viks av donsku stjórnini.
Brot á siðvenju og afturstig fyri fólkaræðið
Higartil hevur verið siðvenja, at eingin ríkislóg fær gildi, uttan at Løgtingið samtykkir hesa lóg. Framferðin hjá donsku stjórnini í hesum málinum er tí fyrst og fremst eitt álvarsamt brot á ta siðvenju, ið hevur verið viðvíkjandi donskum lógum, ið verða settar í gildi fyri Føroyar. Somuleiðis kann hetta tulkast sum brot á heimastýrislógina § 7 og stýrisskipanarlógina § 48. Hetta er óivað eisini orsøkin til, at undanfarnar danskar stjórnir hava valt at fara ígjøgnum Løgtingið áðrenn danskar lógir verða settar í gildi fyri Føroyar. Men hetta tykist núverandi danska stjórnin ikki meta verða neyðugt, og er hetta eitt stórt afturstig fyri føroyska fólkaræðið. Eitt afturstig, ið vit ikki eiga at góðtaka.
Væl grundgivið "óheppið mistak" ?
Hóast tvær einmæltar áheitanir frá Føroya Løgtingi - í 2001 og 2003 - og nú eisini uppskoti frá fólkatingsumboði Tjóðveldisfloksins og Føroya fólks á Fólkatingi um at avtaka hernaðarligu revsi- og rættargangslógirnar v.m. fyri Føroyar - hevur danska stjórnin nú enn einaferð staðfest, at hon metir tað verða rætt at hon hevur lýst donsku hernðarligu revsi- og rættargangslógirnar v.m. at verða galdandi fyri Føroyar, og at hon ikki fer at broyta hetta.
Talan er tí ikki um nakað "óheppið mistak", sum Lisbeth L. Petersen vil verða við í grein síni. Talan er somuleiðis um eina andsøgn tá Lisbeth L. Petersen seinni í greinini vil verða við, at danska stjórnin kom við bæði "klárari og greiðari grundgeving" fyri tí hon hevði gjørt og fyri at hon heldur fast í avgerð síni. Harvið kann talan ikki verða um nakað "óheppið mistak", men heldur um misnýtslu av tí yvirvaldsrætti, ið føroyingar lata dønum uppí hendur í dag.
Hesar lógir eru heldur ikki bert galdandi fyri "danskar herðmenn í Føroyum" - sum Lisbeth L. Petersen tekur til - men geva somuleiðis donskum myndugleikum rættindi í krígstíð at taka ognir og fólk í Føroyum um teir meta hetta verða neyðugt. Tí kunnu hesar lógir og kunngerðir í stóran mun fáa ávirkan á føroyingar - ikki minst um vit ikki draga somu línu sum danir í krígstíð. Hetta varð eitt nú galdandi í seinasta krígnum ímóti Irak.
Stjórnin virðir ikki føroyingar
At enda verður í greinini hjá Lisbeth L. Petersen gjørt vart við, at ríkisfelagsskapurin hevur góða undirtøku á Fólkatingi. Ja, tað kann ikki undra. Men hinvegin kann tað stórliga undra, at Lisbeth L. Petersen endar grein sína við hesum orðum: "Tí er nú at vóna, at okkara landsstýri eisini ger sítt til, at samskiftið millum londini bæði heldur fram við tí virðing og áliti, sum felagsskapurin eigur at fáa fyri at røkka bestu loysnunum."
Átti henda áheitan ikki at verða vend ímóti donsku stjórnini ?
Virðing, álit og felagsskapur - ja, tað er ikki júst hetta, ið hevur eyðkent framferðarháttin hjá donsku stjórnini mótvegis føroyingum, landsstýrinum og Føroya Løgtingi.
5 flokkar fyri føroyskum fullveldi
Tí má staðfestast, at:
- Tíverri er enn í dag ein flokkur í Føroyum, ið heldur fast í at arbeiðast ikki skal fram ímóti einum sjálvstøðugum Føroyum, men at Føroyar hinvegin skulu verða verandi undir tí yvirræði, ið danska stjórnin enn einaferð hevur misnýtt mótvegis føroyingum.
- Tíbetur eru í dag fimm flokkar, ið vilja arbeiða fyri sjálvræði í einum sjálvstøðugum Føroyum og tíbetur vísir søgan runt allan heim, at tíðin altíð arbeiðir til frama fyri einum sjálvstýrisstríði og fyri tjóðarfrælsi. Og nú nærkast.
Tolin trívst?