Sjálvmorðsbumbur kravt 11 mannalív í russiskum lýðveldi

Minst 11 fólk doyðu, tá tvær sjálvmorðsbumbur brustu í býnum Kisijar har norðuri í Kaukasus tíðliga í morgun. Sambært russiskum fjølmiðlum eru minst seks løgreglumenn millum tey deyðu.

Løgreglan sigur, at tann fyrra bumban brast, tá løgreglumenn steðgaðu einum bili. Tá bilurin steðgaði, sprongdi bilførarin eina bumbu, sum hann hevði hjá sær.

Tá aðrir løgreglumenn og fólk komu til hjálpar, brast ein bumba afturat. Eisini hesaferð var talan um eina sjálvmorðsbumbu, og bumbumaðurin var í løgreglubúna, skrivar Itar-Tass.

Býurin Kisijar er í Dagestan, har víðgongdir islamistar hava skipað fyri fleiri atsóknum tey seinastu árini.