Níggju fólk hava latið lív av einari sjálvmorðsbumbu í Pakistan fyrrapartin. Maðurin við bumbuni var í einumn bili, sum rendi á nøkur hernaðarakfør, og seks hermenn eru millum tey deyðu, siga myndugleikarnir í Islamabad.
Álopið var í býnum Bannu nærhendis afghanska markinum, og myndugleikarnir siga, at hermenn eru javnan álopnir har tær seinastu vikurnar. Hildið verður, at tað eru stuðlar hjá Taliban, sum søkja at hermonnunum.
Tað hevur annars verið ógvuliga ófriðarligt í Pakistan tað seinasta samdøgrið. Í gjár doyðu 16 fólk í samanbrestum millum løgregluna og viðhaldsfólk hjá Taliban uttan fyri eina mosku í Islamabad.










