Sjálvmorðsbumba kravt 96 mannalív

96 fólk doyðu, tá ein maður í hermannabúna sprongdi seg í luftina í jemenska høvuðsstaðnum Sanaa í dag. Tíðindastovurnar skriva, at maðurin var mitt í einum hermannaflokki, tá hann sprongdi bumbuna. Hermenninir vóru í ferð við at fyrireika seg til eitt hátíðarhald í sambandi við ársdagin fyri, at Norðurjemen og Suðurjemen vórðu løgd saman í 1990.

Jemenski verjumálaráðharrin, Mohammed Nasser Ahmed, var hjástaddur, tá bumban brast, men sambært tíðindastovunum fekk hann ikki skaða.

Hetta er tann ringasta sjálvmorðsatsóknin í Jemen, síðani tann nývaldi forsetin, Abdrabuh Mansur Hadi, lovaði at reka Al Qaeda av landinum.