Edvard Nyholm Debes
Í okkara árum verður nógv brúkt at geva virðislønir fyri ymisk mentunnaravrik, og ofta eru tað frammanundan kend og vird listafólk, ið vald verða at móttaka hesar virðislønir. Í hesum sambandi verður spurningurin ofta havdur á lofti, um tað nú er tann rætti, sum hesaferð fær hendan heiðurin. Vit hava øll okkara egnu hugsan um listafólk og teirra arbeiði, og tískil vil altíð vera ómøguligt, at øll eru samd í einum slíkum máli. Tað er eisini ringt at siga, um viðkomandi er tann einasti rætti til slíkan heiður, men vit kunnu so í øllum førum rokna við, at viðkomandi best líkur tær treytir, ið settar eru. Og havast má eisini í huga, at tann, ið fær virðislønina, verður mettur við hini listafólkini í uppskoti, og tískil vinnur hana í kapping við tey. Tað kann helst ikki verða so nógv ørðvísi.
Síðani verður altíð nógv tosað um stóru peningaupphæddirnar, sum ofta fylgja við teimum størru virðislønunum. Hví skulu hesi fólk, sum frammanundan eru so væl farin, fáa uppaftur meir? Hví ikki heldur heiðra eitt yngri og minni múgvandi listafólk, sum meira hevur brúk fyri og tráar eftir viðurkenningini og peningagávuni, og sum kann hugsast at hava størri part av einari skapandi framtíð framman fyri sær !
Til alt hetta er at siga, at tað er meira greitt at virðismeta eitt stórt lívsverk, sum er framt, heldur enn at meta um, hvussu avrikini hjá einum sera gávuríkum fara at hátta seg fyri framman. Um stóru peningaupphæddirnar, sum vinnarin eisini fær, er at siga, at ringt er at vita, hvat annað man skuldi givið. Peningur er nú helst tann týðiligasta virðismetingin, vit hava á okkara døgum. Kanska tíanverri !
Um vit skulu hugsa um, at virðislønin skal til ein listamann, sum hevur brotið slóð, so kann ikki sigast annað enn, at Palle Mikkelborg er ein rættur móttakari av Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins 2001. Í uppskoti vóru 12 onnur tónlistafólk úr Norðurlondum, og sæð í skininum av hesum hópi, mugu vit siga, at hann fekk kapping, men at munurin á Mikkelborg og hinum hóast alt er týðiligur.
Mikkelborg er kanska tað gávuríkasta - og mest víttfevnandi fólkið, sum hevur verið, og er, í donskum jazzi.
Mikkelborg varð føddur í Keypmannahavn undir krígnum í 1941.
Hann er sjálvlærdur trompetspælari og tónasmiðjur, og hevur tí í tónleikinum aldri havt annað at líta á enn sínar egnu gávur og hegni. Og hetta er kanska upprunin til hansara heilt egna tónleikaunivers. Hann byrjaði at spæla trompet sum 15 ára gamal, og hevði slíkar gávur, at hann longu trý ár seinni kom við í Knud Raths orkestur og helt tey komandi árini áframm í m.a. kvintettini hjá Jørgen Borch. Í 1963 hevði Danmarks Radio stovnað teirra fyrsta stóra jazzorkestur, Radiojazzgruppen, og her kom Mikkelborg við eftir at hava spælt trompet í bert seks ár. Sama orkestri bleiv hann leiðari av 1967-70, samstundis sum hann eisini var limur í Radioens Big Band, tað størsta jazzorkestrið hjá Danmarks Radio, í dag víðagitið um alla verðina.
Men Mikkelborg hevði eisini hug at royna um hann kundi halda flogið á egnum veingum, so hann stovnaði sítt egna áttamans orkestur longu í 1965. Eisini hevði hann eina kvintett saman við heimskenda danska trummuspælaranum, Alex Riel, og spældu teir bæði á Montreux ? og á Newport Jazzffestivalunum í 1968, - báðir av teimum størstu jazzfestivalunum, sum eru. Hetta árið var hann eisini so frammaliga, at hann bleiv valdur til ársins jazztónleikara í Danmark.
Í hesum árum vóru eisini fleiri plátuinnspælingar við RadioJazzgruppen við Mikkelborg á odda, bæði sum leiðara og tónaskaldi.
So her sæst longu, at vit hava við ein úrmæling at gera. Han kom sær skjótt fram í danska jazzlívinum og var ein tann gávuríkasti jazztónleikarin tá. Millum aðrar, seinni víðagitnar danskar jazztónleikarar frá hesi tíð eru trummuspælarin Alex Riel og Niels Henning Ørsted Pedersen, sum sjálvur bleiv tillutað Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins í 1991. Í heila tikið vóru hetta sera frugktagóð ár í danska jazzlívinum við Keypmannahavn sum einum at kalla europeiskum jazzmiðdepli. Allir teir stóru amerikansku jazztónleikararnir spældu nógv í tí legendariska jazzhúsinum Montmartre, og hetta kom táverðandi fremstu donsku jazztónleikarunum til góðar. Teir spældu undir hjá teim stóru og kendu og lærdu av teimum.
Hetta var sera gevandi jazzumhvørvi, sum eisini er ein fyritreyt fyri at skapa heilt stórar tónleikarar.
Fram til hetta var Mikkelborg mest ein sera góður tónleikari, sum varð virdur fyri sítt góða handalag og fyri at stjórna og skriva tónleik. Men tað var í hesum tíðarskeiði, fyrst í 70?unum, at jazztónleikurin tók eina vend, eisini í Danmark, og her var Palle Mikkelborg ein av teimum fyrstu og skjótastu at fylgja tí møguleikanum upp og skapa sítt egna tónleikaunivers.
V8 var eitt orkestur, Mikkelborg gjørdi saman við Alex Riel, og tað vardi frá 1970-75. Hetta orkestrið tók tráðin upp frá tí rákinum, sum var úti í verð, at jazztónleikurin bleiv meira elektriskt háttaður, og at aðrar stílartir blandaðust í jazztónleikin. Orkestrið V8 leiddi so víðari til tað fyrsta orkestrið, har Mikkelborg rættuliga fekk sett sítt stempul á, sum ein nýskapari í donskum jazzi. Orkestrið Entrance.
Lurtar tú aftur í dag, er Entrance tað orkestrið, har tú týðiliga hoyrir tann Mikkelborg, sum hann skuldi blíva.
Hansara tónleikur her er sera nýbrótandi, men tó melodiøsur og lættur at fata, og serliga saman við tangentspælaranum Kenneth Knudsen, sum eisini er víðagitin í jazzinum, skapti Mikkelborg eitt heilt serstakt ljóð, sum er so nógv sítt egið, at ongin hevur gjørt sær ómak at herma honum tað eftir. Um vit skulu sammeta Entrance við nakað, kan tað verða við legendariska Weather Report hjá Joe Zawinul, sum eisini hevði ein heilt egnan máta, sum ongin annar enn teir sjálvir kunnu endurgeva.
Og hetta er tað sum ger eitt tónlistafólk einastandandi.
At tað er ført fyri at skapa sær sítt egna tónamál, sum ongin annar kann skriva ella tosa, men øll sum lurta onkursvegna lættliga fata.
Tað næsta slóðbrótandi stigið, hann tók, var tá hann saman við Kenneth Knudsen og Niels Henning Ørsted Pedersen í 1986 innspældi plátuna "Heart to Heart", sum gjørdist rættulig fólkaogn í Danmark. Víst var tað jazztónleikur á hesi plátu, men teir megnaðu í so stóran mun at gera tónleikin einklan og lættskildan, at hann seyraði beint inn.
Góð løg í løttum og norðurlendskum klangbúna, ein pláta heilt fyri seg sjálva. Sum altíð, hevði Mikkelborg her bert teir allarbestu tónleikararnar afturat sær, og hesi evnini, bara at umgyrða seg við teimum bestu, er eisini við til at skapa tann stóra listamannin.
Palle Mikkelborg hevur alla tíðina, fram til í dag, verið virkin í tónleikalívinum og hevur verið nógv brúktur sum solistur hjá orkestrum uttanlands. Eisini hevur hann skrivað nógv verk til bigband og t.d. eisini symfoniorkestur. Omaná alt hetta, hevur hann arbeitt við einum stórum parti av teim týðandi fólkunum innan jazzin, bæði í Europa og USA.
Men Mikkelborg heldur áframm. Hann fekk mitt í 80?unum hug at skriva eitt verk til sína egnu stóru fyrimynd Miles Davis. Tað skal hugur til at hætta sær undir eitt tílikt tiltak , tí Miles Davis var, og er enn, sæddur at vera tað mest týðandi, sum yvirhøvur er hent nýggjari jazztónleiki.
Men høvið kom, tá Miles Davis fekk tillutaða Sonning virðislønina í 1984, og Radiobigbandið hjá DR samstundis fylti 20 ár. Mikkelborg samstarvaði við Miles Davis um verkið "Aura", sum bleiv spælt av Radiobigbandinum og øðrum úrvalstónleikarum. Hetta var ein stórhending, sum gav ljóð um allan jazzheimin. Miles Davis var solistur á verkinum, sum seinni kom á plátu, og her hoyrist týðiliga, hvussu stóra virðing hesin lítilátni Mikkelborg hevur fyri Davis. Hetta er eitt verk, sum tónleikarliga gevur Davis alt tað, hann hevur uppiborið, meðan tann lítilátni Mikkelborg heldur seg aftanfyri, har hann veit at hann í hesum føri, eigur at verða.
Fløgurnar frá Mikkelborg hesi seinastu árini hava borið brá av, at hann altíð er nýhugsandi og ikki er bangin fyri at nýta tað nýggju tøknina í tónleikinum. Av tí at hann altíð gongur egnar leiðir, er tað ikki altíð at fyrsta ummælið er so stórsligið, men tá tað er gingin ein tíð, so vísir tað seg altíð, at líka mikið hvussu tú vendir tí, so er tónleikurin so góður og varðandi, at tú kanst ikki annað enn taka undir við, at Mikkelborg aftur hevur gjørt okkurt framúr og viðkomandi. Tað eyðnast honum stórt sæð hvørja ferð.
Nógv kann nevnast um tann virkna Mikkelborg, í okkara áhuga m.a. hansara holla samstarv við Óla Poulsen á tveimum teim seinastu fløgunum, men tað vil blíva ov langt og vit høvdu ikki fingið alt við allíkavæl.
Við sínum gávum og sínum vilja at skapa av nýggjum og við sínum alski til tann róliga norðurlendska tónan, má hesin úrmælingur sigast at vera ein rættur vinnari av Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins 2001.
Vit lata hann sjálvan enda við orðum, hann segði, tá hann bleiv almannakunngjørdur vinnari:
"Mere end hjerteligt tak for denne pris, som jeg værdsætter meget.
Jeg har tænkt en del over, hvad den nordiske tone er. Det er svært for mig selv at forklare. En amerikansk musiker talte en gang om at forskellen på folk fra hektiske steder og så fra Norden er, at alle musikere sender lyder ud. Men I nordboer venter på at høre ekkoet komme tilbage".
Vit kunnu nevna at vit fáa gleðina at hoyra Palla Mikkelborg í samband við Listahátíðina, august 2001.
Grundgeving frá NOMUS:
"Palle Mikkelborg tildeles Nordisk råds musikpris for en lang og succesrig karriere ? altid eksperimenterende, improviserende, nyskabende og søgende. Som ?gæst? i mange forskellige musikmiljøer, heriblandt jazz, rock og klassisk, har han ladet en række indtryk inspirere sig til en helt unik produktion. Gennem et omfattende samarbejde med betydelige kunstnere og ensembler er Mikkelborg et anerkendt navn i hele Norden og i store dele af den musikverdenen. Gennem mange internationale gæstespil har han stærkt bidraget til at befæste Nordens position og ladet en nordisk tone lyde i det internationale musiklandskab."
Úrvaldur tónleikur við Palle Mikkelborg
Entrance
1977 / Live as well 1978
Exlibris
EXLCD 50018
Heart to Heart
(1986) Storyville STCD
4114
Hommage
(1990) Sonet SLPCD 1662
Anything but grey
(1992) Columbia 471614 -
2
Song tread lightly
(2000) Columbia 4982022