Sjálvlærdi skúvoyingurin málaði alt sítt lív

Dokumentar: Her ber til at síggja dokumentar um Hans Skálagarð, sum hevur verk hangandi í Hvítu húsunum

Føroyski listamaðurin Hans Skálagarð, sum stóran part av lívinum búði í USA, er deyður 93 ára gamal.

Hans Skálagarð var kendur fyri at mála skip, og sagt verður, at hann hevur málað umleið 5000 málningar í olju- og vatnlitum av skipum úr øllum heiminum. Onkrir av málningum hansara hanga í Hvítu Húsunum í Washington.

- Eg kann ikki lata verða við at tekna og mála, segði Hans Skálagarð í einum dokumenterfilmi, sum varð gjørdur um hann fyri seks árum síðani. Tá var hann 87 ára gamal. 

Trýst á pílin í myndini omanfyri og síggj stuttan dokumentarfilm um Hans Skálagarð og hansara lív og list.