Sjálvhjálparbólkur fyri børn og ung byrjar aftur

Higartil hava millum 200-300 børn og ung ymsa staðni úr Føroyum verið við í sjálvhjálparbólkum hjá Beranum. Nýggir bólka byrja nú aftur.

Berin
----------------

Berin er ein sjálvhjálparbólkur fyri børn og ung, ið hava mist foreldur ella systkin.
Nýggir bólkar byrja aftur mikudagin 3. februar.
Nýggj bólkaskeið byrja hálva hvørt ár, um ársskiftið og eftir summarfrítíðina. Hesaferð verður ein bólkur fyri yngri tannáringar (umleið 12-14 ár) og eldri tannáringar.
Endamálið við Beranum er at savna børn og ung, ið hava mist, og at geva teimum rúm til at møta øðrum børnum/ungum í somu støðu. Harumframt at stuðla teimum í at seta orð á kenslur og tankar, ið eru knýtt at sorgini. Á henda hátt hava tey sum frálíður størri møguleika fyri aftur at fáa eitt gott og innihaldsríkt lív, har tey kunnu mennast og liva við missinum.
Børnini og tey ungu møtast annan hvønn mikudag kl. 16-18 í hølunum hjá heilsufrøðinginum í Eysturskúlanum.
Higartil hava millum 200-300 børn og ung ymsa staðni úr Føroyum verið við.
Afturmeldingarnar frá teimum, ið hava verið knýtt at Beranum, hava verið sera positivar. Tað, sum børnini/tey ungu, fyrst og fremst leggja dent á, er, at tey kenna seg ógvuliga einsamallan við sorgini, og at tað gevur teimum nógv at møta øðrum javnaldrum í líknandi støðu. Í einum slíkum felagsskapi uppliva tey, at tað eru onnur í veruliga skilja tey. Hetta er við til at gera tey meira opin fyri at seta orð á truplar tankar og kenslur, sum tey annars byrgja innan í sær sjálvum, og brynjar tey til at koma víðari.
Áhugað kunnu fáa meira at vita við at ringja til Jóngerð Poulsen á telefon 562352, Annu Dalsgaard á telefon 229552 ella Oddvør Poulsen á telefon 504145 og lesa meira á heimasíðuna hjá Beranum www.berin.fo