Heini O. Heinesen
-----
Síðani økisfriðingarnar og lógin ”um vinnuligan fiskiskap” komu í gildi fyri 14 árum síðani, hevur tað gingist væl við fiskiskapinum á Føroyagrunninum. Tað vil siga, um vit ikki taka tey seinastu 4 árini við.
Gongdin seinastu 4 árini hevur gingið beint niðureftir við fiskiskapinum. Tað, sum vit serliga eiga at leggja til merkis, er tann stóra minkingin í toska- og hýsuveiðuni. Her átti tann reyða peran at lýst, serliga seinastu 2 árini.
Hetta er komið av einum alt ov høgum veiðutrýsti, serliga á toskin og hýsuna. Fiskiransóknarstovan sigur í sínum tilmæli, at tað er serliga húkaveiðan, sum er ov stór. Hetta kann umsitingin í fiskimálastýrinum takka sær sjálvum fyri, tí tað hevur verið sum at kóka kleynir at gjørt ein stóran part av útróðraflotanum um til línuskip. Ein stórur partur av hesum flota hevði bert loyvi at royna við snellu, ella fiska ”háv”, sum í dag er grundarlagið undir tí skjótt vaksandi línuskipaflota. Hetta ger, at inntøkan er fallin tilsvarandi, og av somu orsøk liggja fleiri línuskip, tí tey fáa ikki manning til eina minkandi inntøku.
Soleiðis sum Fiskivinnan - ”lógini um vinnuligan fiskiskap” - er umsitin seinastu 12 árini, er ongin ivi í mínari verð, at vit eru í gongd við at saga greinina av, sum øll fiskivinnan hvílir á. Hetta havi eg so mangan víst á, bæði í skrift og talu.
Verandi lóg varð ein fyrimyndarlig skipan: Hetta er sjálvandi treytað av, at tað verður umsitið samsvarandi andanum í lógini. Eitt groft dømi er, at tú kanst selja endaliga burturav teimum døgum, sum tú hevur í kraft av fiskiloyvinum, uttan at loyvið verður inndrigið, sjálvt um tú hevur bert ein dag eftir. Tað vil siga, at vit hava ein ódeyðiligan flota. Kongstankin við lógini var frá fyrsta degi av, at vit framhaldandi komu at einum fjølbroytum flota, sum kundi tillaga seg sjálvur eftir búskarparligum fortreytum.
Um vit, sum gjørdu upprunalógina, høvdu fylgt uppskotinum hjá Petur Andersen so var eingin toska- og hýsustovnur til í dag, harvið varð allir húkaflotin eisini horvin. Við einum húkaflota, sum hevur eina hóskandi stødd, verður oljuforbrúki væl minni.
Um vit taka veiðutølini hjá Fiskidaganevndini fyri seinasta árið, so hevur ein partur av trolaraflotanum økt munandi um sín toskafiskiskap.
Veiðan av toski býtt í % millum skipabólkar seinasta fiskiár er:
Bólkur 1: Lemmatrolara yvir 400 HK. 18% lógin 4%
Bólkur 2: Trolara, pør yvir 400HK. 7% ” 21%
Bólkur 3: Línuskip yvir 110 tons. 34% ” 37%
Bólkur 4 A og B: Útróðrarbátar á línuveiðu 12% ” 17%
Bólkur 4 T: Trolbátar størri enn 40 tons 6% saman við A og B
Bólkur 5: A og B Útróðrarbátar undir 15 tons 21% lógin 21%
Bólkur 6: Onnur 1% ” 1%
Veiðutølini líkjast óhugnaliga nógv tí, sum fór fram fyrst hálvfemsunum.
Tað, sum nú hendir við veiðutølunum líkist nógv tí, sum fór fram fyrst í hálvfemsunum. Veiðan minkaði í eini 2 til 3 ár, til vit í 1993 ikki fiskaðu meira enn 6.000 til 7000 tons av toski og minni av hýsu við størsta og mest modernaða flota, sum nakrantíð hevur verið á føroyska landgrunninum. Tað sum eisini hendi tá, var at prosentparturin hjá trolinum vaks, meðan prosentparturin hjá húkaflotanum minkaði í sama mun, sum tann samlaða veiðan minkaði.