Sjálvfylgiligt!

Andrass Skaalum,
Limur í Umboðsráðnum fyri Ognarfelag Tryggingartakaranna
------

Loksins hevur Aðalfundurin í Ognarfelag Tryggingartakranna samtykt, at atkvøðuselarnir til komandi Umboðráðsval verða sendir øllum tryggingartakarum.
Tilgongdin til hesa avgerð hevur verið nakað drúgv, nógv hevur verið tosað, nakað hevur verið skrivað, men nú kom so handlingini og endaliga avgerðin.
Á aðalfundinum í fjør var stórur meiriluti fyri at senda atkvøðuseðlarnar út, men uppskotið kom ikki ígjøgnum, av tí at hetta er ein lógarbroyting, og tá krevst ein meiriluta á ¾ av atkvøðunum, fyri at uppskotið skal vinna frama. Tískil kundi ein lítil minniluti blokera málið í 2011.
Tann 28. desember 2011 legði eg enn einaferð fram uppskot til aðalfundin um, at atkvøðuseðlarnir skulu sendast út til limirnar og boðaði frá, at uppskotið verður lagt fram á hvørjum komandi aðalfundum, um neyðugt.
Tann 30. januar 2012 leggur Jóhan Petersen eisini fram uppskot um tað sama.
Tann 30. mars 2012 leggur Jan Muller so eisini fram uppskot um tað sama.
Upp til sjálvan aðalfundin valdu vit báðir, Jóhan Petersen, at taka okkara uppskot aftur, fyri at savna okkum um eitt uppskot, heldur enn at hava fleiri atkvøðugreiðslur um sama evni á aðalfundinum.
Hetta uppskot vann so loksins frama við 33 ja og 2 nei atkvøðum.

Batnandi opinleiki
Seinasta árið hevur verið tilgongd við batnandi opinleika.
Heimasíðan hjá Tryggingini hevur nú fleiri upplýsingar, m.a. um samsýningar til nevnd og umboðsráðslimir (hygg undir "Skipan og samsýningar")
Aðalfundir og Umboðsráðsval vera betur lýst í fjølmiðlunum nú enn áður, og møguleiki er nú eisini fyri at tekna seg beinleiðis til aðalfundin, umvegis heimasíðuna.
Framløðan frá eyka aðalfundinum í februar er eisini at finna á netinum.
Haldi tað er skilagott, at gongdin er móti størri opinleika og vóni, hon heldur fram.
Ynskiligt er, at henda gongdin heldur fram á tveimum økjum.
Opinleiki fyri ognarunum (tryggingartrakarunum), har felagi kunnar og samskiftir við ánararnar.
Opinleiki fyri umboðsráðnum, har nevndin kunnar ráðið, so tað kann virka við enn størri bakgrundsvitan.
So far – so good