Sjálvbodnu kreftirnar eiga heilt einfalt lívið í ítróttini

Landsmyndugleikarnir ynskja at gagnnýta dynamikkin í ítróttini, men minnast skal til, at tað er eingin sjálvfylgja, at ítróttarvenjingar og -kappingar verða fyriskipaðar. M.a. hetta kom fram tá Ítróttasamband Føroya hevði aðalfund fríggjakvøldið

ÍSF-aðalfundur

Tað er at fegnast um, at ítróttur og rørsla tykjast gerast ein alt størri partur av gerandisdegnum hjá hvørjum einstakum føroyingi. Bæði hjá teimum, ið sjálvi íðka ítrótt, ella eru við í tí stóra sjálvbodna arbeiðinum, ið verður gjørt innan ítróttin kring landið. Ítróttarørslan er ein sonn fólkarørsla. At eitt so lítið samfelag sum tað føroyska skal hava so nógv ítróttarligt virksemi er ivaleyst eindømi, men virksemið er tó treytað av, at einstaklingar kring landið taka uppgávurnar í einum ítróttafelagi uppá seg. Sjálvbodnu kreftirnar eiga heilt einfalt lívið í ítróttini, segði Heðin Mortensen í frágreiðing sínbi til aðalfundin hjá Ítróttasambandi Føroya fríggjakvøldið.
Víðari segði hann, at ÍSF hevði lagt til merkis, at landsmyndugleikarnir geva ítróttini størri ans. Hetta skilt á tann hátt, at teir í øktan mun ynskja at gagnnýta dynamikkin í ítróttini, og ta betringina av fólkaheilsuni, ið ítróttin gevur ungum og gomlum kring landið. Ítróttarørslan fegnast sjálvsagt um, at alt fleiri fáa eyguni upp fyri ítróttini, men samstundis má gerast vart við, at umhvørvið í sjálvbodnu ítróttarørsluni er minst líka viðkvæmt sum umhvørvið í náttúruni. Tað er eingin sjálvfylgja, at ítróttarvenjingar og -kappingar verða fyriskipaðar. Tað er eingin sjálvfylgja, at ítróttin hevur amboð og verkløg. Og tað er eingin sjálvfylgja, at feløg og landslið eru í fremstu røð í marknaðarføringini av Føroyum uttanlands. Hetta viðkvæma sjálvbodna umhvørvið innan ítróttin tolir ikki, at eitt nú landsmyndugleikar vilja eyðræna tað, fyri at fáa nógv burturúr fyri lítið.
Tað er av alstórum týdningi, at allir myndugleikar standa saman um at verja sjálvbodnu ítróttarørsluna. Tann týdningur, sum hon hevur fyri samfelagið sosialt og heilsuliga, kann ikki gerast upp í krónum og oyrum. Samstundis ber ikki til at keypa seg til ta orku og tann eldhug, ið verður lagt í tað sjálvbodna arbeiðið.
Onkur hevur tikið til, at sjálvboðið arbeiðið er tað, ið vit ikki høvdu gjørt, um vit fingu løn fyri tað. Og soleiðis er tað mangan. Gleðin í ítróttarligum arbeiði kemst av at síggja fólk venja og kappast, segði ÍSF-forsetin.
Ítróttaálit
Seinasta summar setti táverandi landstýrismaður í mentamálum ein arbeiðsbólk við tveimum umboðum fyri ÍSF og einum umboði fyri Mentamálaráðið, ið skuldi arbeiða við at orða eitt ítróttaálit. Arbeiðið er drúgt, eftirsum brótast skal upp úr nýggjum. ÍSF og sersambondini hava verið aktivur partur av arbeiðinum við álitinum. Hetta er samstundis gott høvi til sjálvrannsakan hjá einstøku ítróttargreinunum. ÍSF vónar at nýggja landsstýrið framhaldandi fer at stuðla hesum týðandi arbeiði, sum er farið í gongd.
ÍSF fegnast tó um, at Heilsumálaráðið er í ferð við at gera eina føroyska dopinglóggávu, so herferðin móti ólógligum stimbrandi evnum gerst uppaftur betri.
Í strembanini eftir at betra um fólkaheilsuna hevur ÍSF fyrr heitt á landsmyndugleikarnar at gera eitt serligt _rørsluár?, eins og roynt hevur verið í onkrum av grannalondunum. ÍSF er til reiðar at fara til verka, men hóast nógv verður tosað um fólkaheilsu, so hava almennu myndugleikarnir ikki enn vilja tikið ábyrgd av hesum tiltaki.
Í samband við útlendingamálið gjørdi forsetin vart við, at ÍSF var hart móti uppskotinum um at feløgini skuldu rinda útlendsku ítróttafólkunum so stóra løn, at hesi verða starvssett av feløgunum burturav. Partvís megna feløgini ikki at gjalda slíkar upphæddir. Samstundis hevur tað altíð verið eitt eyðkenni fyri føroyska ítrótt, at fólk íðka og skipa fyri kappingum av áhuga. Hetta er júst styrkin við ítróttini.
Um landsmyndugleikarnir seta ynski fram um eina professionalisering av ítróttini, so leggja teir eftir sjálvum grundarlagnum undir teimum meiri enn 100 ítróttarfeløgunum kring landið. Um ítróttin skal professionaliserast, má tað vera eftir ynski frá ítróttini sjálvari. Hetta skal ikki gerast fyri at lætta um umsitingina hjá landsmyndugleikunum.
Ítróttasamband Føroya hevur endurnýggjað umsóknina um olympiskan limaskap. Umsóknin er í løtuni til viðgerðar hjá IOC. Bíðað verður í spenningi eftir, um Føroyar verða upptiknar sum limur í felagsskapinum. Yvirhøvur skilja evropeisku londini sjálvstøðugu støðuna hjá Føroyum. Men IOC er ein stórur felagsskapur við nógvum ymsum áhugamálum, og tí er ilt at meta um, hvørt tað fer at eydnast at fáa olympiskan limaskap á hesum sinni.
Dopingroyndir
Dopingeftirlitið hjá ÍSF er komið í eina fasta legu. Í 2003 vóru íalt 21 kanningar gjørdar. Higartil eru kanningar gjørdar av ítróttafólkum innan flest allar ítróttagreinar og øll úrslitini hava tíbetur verið negativ. Føroyska dopingeftirlitið fylgir reglunum hjá altjóða antidopingfelagsskapinum WADA. Royndirnar, ið vórðu tiknar í 2003 vóru hesar:
Borðtennis . . . . . . . . . . . . 1
Fimleikur . . . . . . . . . . . . . 3
Flogbóltur . . . . . . . . . . .. . 5
Frælsur Ítróttur . . . . . . .. . 2
Hondbólt . . . . . . . . . . . . . 8
Kappróður . . . . . . . . . . . . 2
Á aðalfundinum var eisini val av nevnd á skránni. Fyri vali stóð forsetin Heðin Mortensen og varð hann einmælt afturvaldur uttan mótvalevni og fer nú sostatt í holt við 25. starvsár sítt sum ovasti leiðari hjá føroysku ítróttarørsluni. Eisini stóð varalimurin í starvsnevndini, John Kjær, fyri vali og varð hann eisini einmælt afturvaldur.