Sjálvboðin hondbóltseldsál fekk stóran heiður

Heiðursskjal Poul E. Petersen varð latin Súsonnu K. Hansen

 

Heiðurskjal Poul E. Petersen varð latið Súsonnu K. Hansen, sum hevur verið virkin sum venjari, hjálparfólk, nevndarlimur og mongum øðrum í hondbóltsfelagnum Kyndli. Hetta verður latið persóni, sum hevur virkað fyri at fremja føroyskan ítrótt á serstakan hátt yvir eitt longri tíðarskeið.

- Eitt hvørt felag hevur tørv á sjálvbodnari arbeiðsmegi. Kyndil ikki verið tað sama uttan hana. Hon brennir fyri menningini av yngri og eldri leikarum og er altíð klár. Hennara hugburður er ikki bara til frama fyri Kyndil men hondbólti um alt landið, varð millum annað sagt í grundgevingini.

- Túsund takk fyri hendan heiður. Tað vermir, segði Súsanna K. Hansen millum annað og vísti á, hvussu stóran týdning felagsskapurin í hondboltsfelagnum Kyndli hevur havt fyri hana.