vegna Unga Tjóðveldið, Regin Winther Poulsen, formaður Unga Tjóðveldsins
----
Spurningurin um vit skulu stuðla heildarætlanini, ið júst er komin út, er ein einfaldur spurningur at svara. Vit flyta hvørt ár í hópatali av ungdómi av landinum, og orsøkin er tann einfalda, at vit ikki eru kappingarfør. Loysnin uppá trupuleikan er sera einføld… vit verða noydd at gerast kappingarfør. Heildarætlanin, ið ein arbeiðsbólkur undir Vinnumalaráðnum er komin við, kostar gaman í nógvar pengar, men hvussu nógv missa vit, um vit ikki gera neyðugar íløgur?
Vit hava longi vita av trupulleikanum viðvíkjandi fólkafráflyting. Veruleikin er eisini, at vit hava vitað nógvir av teimum stóru trupulleikunum, so sum væntandi bústaðarmøguleikar og eitt niðurraðfest Setur, í langa tíð. Vit hava øll staðið og gánað, ímeðan tey, ið skulu bera landið víðari eru rýmd. Svarið frá eitt nú HUXA hevur verið, at vit skulu leggja ÚSUN um til lán, soleiðis at fólk, ið ikki velja at koma aftur koma í fíggjarligar trupulleikar. Tað er ongin orsøk til at fara at noyða fólk at koma aftur, tí at vit ikki hava megnað at lokkað tey. Slíkur hugsunarháttur er merktur av tí, at fólk ikki halda at vit megna at kappast. “At vit tapa óansæð.” Vit skulu venja okkum við vinnaramentanina og taka dystin upp við restina av heiminum. Vit skulu arbeiða fram ímóti at bjóða sama studning sum londini rundan um okkum. Vit skulu arbeiða fram ímóti at veita eins góðar útbúgvingar sum londini rundan um okkum, og vit skulu arbeiða fram ímóti at veita eins góðar bústaðarmøguleikar sum londini rundan um okkum gera. Vit skulu bjóða fólki til Føroyar, og vit skulu bjóða fólki, ið velur Føroyar, góðar sømdir og tilboð.
Onki er so ósunt fyri eitt land sum hesir politikarar, ið halda, at vit ikki kunna. Hesir politikarar, ið ikki ynskja eitt Setur, tí at vit megna ikki at gera eitt gott universitet allíkavæl. Tað er drepandi fyri eina tjóð, at landsins leiðarar ikki ynskja framburð og hava ongar visjónir. Tað kann væl vera, at vit bert eru 50.000 fólk í Føroyum, men vit vita at tað er fleiri ferðir meiri føroyingar til. Tað má vera eitt minsta krav, at landsins leiðarar byrja at gera íløgur í at fáa hetta fólkið heimaftur. Tað er alt avgerandi, at hesin hugburðurin, ið allastaðni sær forðingar ístaðin fyri møguleikar verður broyttur.
Landstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur sagt fleiri ferðir (honum líkt at siga tað sama umaftur og umaftur) at vit skulu hava “tað sama fyri minni.” Veit maðurin ikki av, at “tað sama” er ikki nóg gott? Vit mugu hava meir, um tað so kostar meir. Vit verða noydd at fáa tey somu tilboðini her sum er rundan um okkum. Tað er í veruleikanum ein fallitt-erklæring, at landsstýrismaðurin í tí tunga og kanska mest valdmikla postinum í Føroyum ikki ynskir at seta eitt størri mál, enn tað hann hevur sett. Sjúklingurin Føroyar liggur til skurðvðgerðar og læknarnir bara skera og skera. Er tað ongin sum hugsar um, hvørjum standi sjúklingurin er í, tá ið skurðviðgerðin er av?
Um vit megna at fáa hundrað lesandi afturat til Føroyar, so fer tað aftaná tíggju ár at geva 500 milliónir í Landskassan. Hetta vísir bólkurin, ið hevur gjørt heildarætlanina á. Tað vil siga, at vit eftir tíggju ár næstan hava vunnið allar pengarnir inn aftur, bara við at fáa fólk heimaftur. Teir føroyski politikkarirnir mugu byrja at síggja føroyska fólkið sum eina íløgu og ikki eina útreiðslu. Hvørt menniskja, ið flytur til Føroyar skal verða møtt við opnum armum.
Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, hevur fingið til vana at siga, at føroyingar eru vinnarir. Ilt er at siga, um okkara løgmaður enn sipar til Landskrona dystin, tá ið hann sjálvur var ágrýtin at berjast fyri okkara sigri. Hann hevur til vana at hugsa um politikk eins og fótbólt. Um so er, so má staðfestast eftir seinasta Eysturíkisdystin, at í fótbólti vinna vit kanska ikki ímóti stórlondum rundan um okkum enn. Men vit kunnu vinna á nógvar aðrar mátar. Her eru 50.000 fólk í Føroyum, men vit skulu skapa fortreytir fyri vøkstri. Eisini um tær kosta eina milliard.
Unga Tjóðveldið heitir á landsins leiðarar um at gera eina íløgu á í hvussu so er 700 milliónir, um teir veruliga ynskja betring. Um teir ynskja meiri og ikki tað sama. Sjálvandi skulu vit hava meiri fyri hvørja krónu, men vit mugu eisini verða klár at brúka meiri krónur. Eitt er so heilt sikkurt, og tað er, at ein politisk hugburðsbroyting kostar onki.