Sjálvandi skulu vit fiska makrel

- Útróðrarmenn her suðuri hava gramt seg um, at teir mugu rýma undan makreli um summarið. Eg havi biðið teir gjørt bátarnar út og fara at fiska. Tað sigur Viberg Sørensen, formaður í Reiðarafelagnum.

Í fjør heyst varð skipað fyri fundi á Tvøroyri, har útróðrarmenn í oynni saman við eitt nú vinnulívsfólki tosaðu um møguleikarnar at veiða makrel við dorg í føroyskum sjógvi. Seinnu árini hevur tað nevniliga víst seg, at nógvur makrelur er í okkara sjógvi í summarhálvuni. Onkur filmur varð vístur sum lýsir, hvussu aðrir fiska við dorg.

Á fundinum á Tvøroyri var eisini umboð fyri Delta Seafood sum segði, at felagið er sinnað at hjálpa útróðrarmonnum, sum kundu hugsað sær at gjørt royndir við veiði í summar, at sleppa av við fiskin.

Formaðurin í Reiðarafelagnum, Viberg Sørensen, var eisini við á hesum fundi. Hann hevur áður verið forsprákari fyri alternativari veiði.

- Sjálvandi skulu vit fiska makrel, sum kemur í føroyskan sjógv. Fiskur, sum svimur her, er okkara, og tað er sjúkt ikki at fiska úr stovninum.

Viberg heldur, at soleiðis, sum gongdin við makreli hevur verið seinnu árini, bendir mangt á, at veiða við dorg saktans kann gerast eitt munandi íkast hjá okkara útróðrarmonnum.

- Aðrir fáa nógv burturúr hesum, og norðmenn hava fiskað nógv túsund tons um árið í fleiri ár. Mær er eisini sagt, at ein bóndi í Hetlandi fiskaði 70 tons av makreli í fjør, meðan hann annars passaði landbúnaðin, sigur hann.

Viberg Sørensen ivast onga løtu í, at tað verða fleiri, sum fara at fiska makrel í summar, og hann ivast heldur ikki í, at fleiri móttøkur kunnu skipast á landi, um tað fyrst vísir seg, at makrelur verður at fáa.