Vistfrøði
Tað var á tíðindafundi í Listaskálanum mikudagin, at útvarpsmaðurin, Dánjál Højgaad, vísti Bjørn Kalsø, landsstýrismanni og norska fiskimálaráðharranum, Helgu Pedersen, uppskotið til skrivið, sum danski fiskimálaráðharrin, Hans Christian Schmidt, hevði orðað til Greenpeace um bann fyri veiði við botntroli á djúpum vatni.
Greenpeace hevur nevniliga biðið donsku stjórnina taka undir við, at ST skal banna troling við botntroli á djúpum vatni.
Í brævinum framgongur, at danski fiskimálaráðharrin mælir donsku stjórnini til at taka undir við hugskotinum.
Eitt upplegg
Á tíðindafundinum mikudagin legði Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, dent á, at brævið hjá Hans Christian Schmidt er eitt upplegg, og at endaliga brævið væntandi fer at taka fyrivarni fyri føroyskum og grønlendskum áhugamálum.
- Men skuldi tað hent seg, at eitt tílíkt bann verður sett í verk, fer tað í fyrsta lagi at fáa avleiðingar fyri einar 4-5 føroyskar trolarar, sum hava loyvi at veiða kongafisk í Irmingarhavinum.
Bjørn legði dent á, at føroyski fiskiskapurin á djúpum vatni er undir skipaðum viðurskiftum.
- Tað er óaktuelt at steðga veiði við botntroli á djúpum vatni. Hinvegin eiga vit málrættað at vera við til at verja um vistfrøðiskipanina, eisini í djúphøvum.
Hann vísti á, at føroyskir myndugleikar áður hava stongt leiðir, har kunnleiki eitt nú er um týdningarmikil koraløkir.
- Vit fara at afturvísa einum slíkum kravi um at banna veiði við botntroli á djúpum vatni, segði Bjørn.
Matur til heimin
Norski fiskimálaráðharrin, Helga Pedersen, var samd við Bjørn Kalsø um, at fyrilit skal takast fyri vistfrøðiskipanini í djúphøvum.
- Hinvegin eiga vit sum fiskivinnutjóð at gera nýtslu av tí tilfeingi, sum er í havinum eisini í djúphavinum.
Hon vísti á, at neyðugt er í størri mun at varpa ljós á ólógligu veiðina, sum fer fram í Barentshavinum og í Irmingarhavinum.
- Vit eiga at stríðast ímóti hesi veiði, sum kann vera við til at taka grundarlagið undan ávísum fiskastovnum.
Helga Pedersen vísti á, at samstundis sum vit eiga fiska av tí náttúrutilfeingi, sum er í havinum, eiga vit sjálvsagt eisini at taka hædd fyri umhvørvinum.
- Men okkara uppgáva sum fiskivinnutjóðir er eisini at útvega mat til heimin, segði norski fiskimálaráðharrin.