Kaj Leo Johannesen
Sambandsflokkurin
Eftir at Atlantsflog í eina tíð hevur verið einasta flogfelag, ið hevur havt regluliga flúgving millum Føroyar og Danmark, hevur eitt annað flogfelag (DAT) nú eisini bjóðað seg fram á hesi rutu.
Í samrøðu við Dimmalætting 3. januar, sigur stjórin í DAT, Jesper Rungholm, at av teimum 500 sum ferðaðust við teirra flogfari um jólini, vóru millum 200 og 300 sum annars ikki høvdu farið út at ferðast, um tey ikki fingu tilboðið frá DAT. Tey fóru avstað vegna lága prísin.
Tað er gleðiligt, at fólk, sum annars ikki høvdu ráð til at vitja heim á klettarnar á jólum, nú kortini fingu henda gylta møguleikan. Samtíðis kunnu vit fegnast um, at stóra undirtøkan sum DAT hevur fingið, nýtist als ikki at merkja eina tilsvarandi afturgongd fyri Atlantsflog, tí samlaða ferðafólkatalið økist, tá tilboðini gerast fleiri.
Men nú skilst á samrøðuni, sum Dimmalætting hevði við stjóra í DAT, at ivasamt er, hvussu verður við Føroyaflúgvingini hjá felagnum í framtíðini. Stjórin vísir á, at kappingin á Føroyarutuni er ikki frí, eins og í restini av Evropa. Tað eru myndugleikarnir sum geva loyvi til flúgvingina, og eisini kunnu teir áseta, hvussu nógvar fráferðir kunnu vera. Harumframt skulu ferðaseðlaprísirnir góðkennast av myndugleikunum.
Aðrastaðni í Evropa fáa flogfeløg bót, um tey seta marknaðarkreftirnar til viks, men hjá okkum er støðan júst tann øvugta. Her er tað ein treyt fryi at sleppa at flúgva, at bæði prísir og tal av fráferðum eru avtalaði frammanundan. Hesum mugu vit koma burtur frá sum skjótast, tí taparin av hesum er kundin.
Sjálvandi skal kappingin vera frí










