Føroysku oyggjaleikaluttøkurnar í fótbólti kunnu akkurát teljast á einari hond.
Fótbóltur gjørdist partur av skránni á leikunum í Føroyum í 1989, og hesa ferð og á Álandi í 1991 vunnu føroysku menninir gull. Og tað sama gjørdu kvinnurnar í 2001, 2003 og 2005.
Tað kann væl vera, at tey allarfremstu hjá føroysku fótbóltslandsliðunum hava tørv á øðrum og størri avbjóðingum, men tað eigur ikki einvíst at útiloka føroyskari fótbóltsluttøku á leikunum.
Hví ikki senda eitt ligalandslið – altso uttan útisetarnar – ella kanska eitt føroyskt U21-landslið á leikirnar? Og hví ikki senda til dømis eitt U21-landslið hjá kvinnum avstað?
Frá venjaratoyminum kring landsliðini hevur eitt tað størsta kritikk-punktið verið, at venjingardystirnir eru ov fáir, og her er eitt gylt høvi at fáa fleiri av slagnum innanfyri eina intensa fótbóltsviku.
Og so eiga vit ikki at gloyma, hvønn týdning oyggjaleikirnir hava havt fyri føroyskan fótbólt. Tað var júst luttøkan á leikunum í 1989, sum sannførdi leiðsluna í FSF um, at tað var neyðugt at taka stigið fult út, og bara tað í sjálvum sær ger, at FSF eigur at vísa stórt takksemi mótvegis leikunum.
Sum fótbóltstjóð eru Føroyar hartil eisini ein tann størsta fyrimyndin hjá flestu av luttakandi oyggjunum. Føroyski altjóða limaskapurin. Tey úrslit og tann framgongd, sum føroyskur fótbóltur hevur havt hesi árini, er nakað, sum allar hinar oyggjarnar nýta sum fyrimynd í sínari stremban. Og eingin sum helst ivi er um, at føroysk luttøka á leikunum vildi verið nakað, sum øll hini fegnaðust um. Ikki minst, tí hetta eisini kundi verið ein góður mátistokkur hjá øðrum oyggjasamfeløgum at sammett seg við.
Tað kann væl vera, at tað gevur føroyskum fótbólti orsøk at fegnast, um vit á hendan hátt kunnu virka sum fyrimynd hjá øðrum. Men at vera fyrimynd gevur eisini ábyrgd, og einasti mátin, sum føroyskur fótbóltur kann vísa hesa, er við luttøku á Oyggjaleikum – helst í 2011.