In.fo hevur sett floksformonnum og/ella politiskum framsøgumonnum í fiskivinnumálum spurningin:
- Kundi tú hugsað tær, at línuroyndir vórðu gjørdar á Føroyabanka – ella, skulu slíkar royndir bíða, til Havstovan veit at siga, um toskurin er komin aftur á Bankan?
Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri, er ikki í iva um henda spurning. Hann heldur, at sjálvandi skulu línuroyndir gerast á Føroyabanka við verandi línuskipum.
- Vit sóu eitt nú á Flemish Kap, at fleiri smáir trolarar fóru yvir at royna, men fingu einki. Síðan fóru línubátar, og teir høvdu rokfiskiskap.
Hann heldur, at tað tí er umráðandi, at vit geva nøkur royndarloyvir til línubátar, so vit kunnu síggja, hvussu stovnarnir eru fyri inni á Føroyabanka.
- Um tað er soleiðis, sum Havstovan fleiri ferðir hevur ført fram, at eingin fiskur er á Føroyabanka, so kunnu vit bara fáa ta staðfestingina einaferð aftrat, eftir at línuskip hava gjørt sínar royndir, heldur formaðurin í Sjálvstýri.