Sjálvandi skúlaskip

Tilboðini til ung í júst tí aldrinum undir 18 ár eru ólgvuliga avmarkað, og sum ein siglandi tjóð er tað sjálvsagt, at vit skulu hava eitt skúlaskip, sigur Bergtóra Høgnadóttir Joensen, sum hevur drúgvar royndir innan ungdómsarbeiðsloysi.

Ein av teimum lutfalsliga fáu, ið hava hoyrt um verkætlanina, sum Viberg Sørensen hevur fingist við, er Bergtóra Høgnadóttir Joensen, ið er útbúgvin sosialráðgevi og hevur fingist nógv við ungdómsarbeiðsloysi bæði í Danmark og Føroyum.
Eg haldi, at hendan verkætlanin ljóðar ógvuliga spennandi, og er avgjørt eitt gott og alternativt tilboð tey ungu. Serliga hjá teimum ungu undir 18 ár eru tilboðini fá, og hóast arbeitt verður við einum eftirskúla, nýtist annað ikki at forða fyri hinum, sigur Bergtóra Høgnadóttir Joensen.
Ung undir 18 ár, sum ikki hava verið á arbeiðsmarknaðinum, síggjast ikki aftur í hagtølunum yvir ungdómsarbeiðsloysi. Og júst í hesum aldursbólkinum ivast mong í, hvørja lívsleið tey skulu ganga.
Tá er ein slíkur eftirskúli, har helmingurin fer fram á landi og hin umborð á einum skúlaskipi ógvuliga appellerandi til bæði dreingir og gentur, heldur Bergtóra Høgnadóttir Joensen.
Hon heldur eisini, at tað er ov galið, at vit sum siglandi tjóð ikki eiga eitt skúlaskip.
Tað átti at verið sjálvsagt og føroyingar eiga eitt skúlaskip. Tað eru jú fleiri ung, sum fara av landinum, bæði á eftirskúla og umborð á skúlaskip í øðrum londum, serliga Danmark. Tey áttu at fingið tann møguleikan í Føroyum, sigur Bergtóra Høgnadóttir Joensen.

Ríkar royndir
Vit síggja dag og dagliga, at gentur og kvinnur í alt størri mun koma inn á arbeiðsmarknaðir, sum fyrr vóru totalt mannfólkastørv. Og tí ivast Bergtóra heldur ikki í, at eitt tilboð um ein slíkan eftirskúla, har partur fer fram umborð á skúlaskipi, eisini fer at appellera til gentur.
Føroyingar hava gott brand sum sjófarandi fólk, og við einum skúlaskipi høvdu vit lættligga kunna varðveitt góða orðið, sum føroyingar hava sum sjómenn, sigur Bergtóra Høgnadóttir Joensen.
Hon vil fegin stuðla undir verkætlanina, men vísir samstundis á, at tað er sera trupult hjá andstøðuni at fáa nakað ígjøgnum, sum kostar pengar. Og nøkur oyru kostar ein slík verkætlan, tí hóast skipið er rímiliga bíligt at útvega, skal tað haldast, eins og ein manning eisini skal lønast. Men vinningurin við einum slíkum eftirskúla verður uttan iva ríkiliga uppvigaður.
Mær tykir hetta vera eina verkætlan, sum kann setast í verk rímiliga skjótt, og eg ætli mær at taka tað upp á floksfundi, tá summarfrítíðin fer at halla og politiska arbeiðið byrjar aftur. Ætlanin er stak spennandi, og eitt land sum Føroyar eiga undir øllum umstøðum at eiga eitt skúlaskip, sigur Bergtóra Høgnadóttir Joensen.