Sjáldsom trø máttu lúta fyri rúsdrekkakoyring

Tvey trø úr Eldlandinum komu til Føroya í 1979. Undan hesum vikuskiftinum kundu tey erpa sær av, at tey vóru mest sjáldsomu trøini í allari viðarlundini. Til ein bilførari í sínum morgunrúsi fleyg inn í Plantasjuna og knústi tey sundur. Skógarfútin er ógvuliga keddur um hendingina, tí nú ganga minst 20 ár, áðrenn líknandi trø síggjast aftur

Tey bæði mest sjáldsomu trøini í Plantasjuni máttu um vikuskiftið lúta fyri einum ørvitisknokki í bili.
Bilførarin, sum kom koyrandi við nógvari ferð eftir Hoydalsvegnum, misti tamarhaldið á sínum Toyota Corolla og fleyg inn í Plantasjuna. Ólukkutíð rendi hann beint á tvey sjáldsom trø úr Suðuramerika. Tey mest forkunnugu í allari viðarlundini.
? Hetta er harmiligt. Trøini hava vit fingið úr Eldlandinum í 1979, og tey hava staðið har síðan fyrst í 1980-árunum. Annað er fullkomiliga í knúsi, og hitt er illa skatt. Kanska yvirlivir tað, men tað verður ongantíð tað sama aftur, sigur Tróndur Leivsson, leiðari á Skógrøkt Landsins.
Óhappið hendi leygarmorgunin. Av politistøðini siga tey, at bilførarin rýmdi av staðnum, men tey fingu fatur á honum seinni. Hann verður nú ákærdur fyri rúsdrekkakoyring og missir helst koyrikortið.
Trøini høvdu annars yvirlivað bæði jólaódnina í 1988 og veður og vind í 20 ár. Nú tey fóru í fillur, høvdu tey vaksið seg til hálvan fjórða metur.

Winther?s Bark
Trøini hava onki navn á føroyskum, men á enskum verða tey nevnd »Winther?s bark«, ella vetrarbørkur. Talan er um eitt lítið træ, ella ein stóran runn, úr Suðuramerika, sum er grønt alt árið og er sera sjáldsamt um okkara leiðir. Skal tað vaksa, má tað standa í lívd og vaksa í góðari mold. Bløðini hava ein serliga flottan grønan lit, sum minnir um Rodumdendrum. Blomstrini eru hvít og fruktir vaksa eisini á trænum, greiðir skógarfútin frá.
? Vit eru sjálvandi ógvuliga kedd um hetta. Vit hava spakuliga fingið trøini í framleiðslu á Gróðurstøðini, men hesi bæði høvdu fingið eina góða hædd, og nú ganga 20 ár, áðrenn tað kemur aftur í hesa støddina. Tað stóra spellið í hesum er, at vit ikki fáa kjansin at síggja, hvussu tey nú høvdu ment seg. Sum við so nógvum øðrum vøkstri, so vaksa tey betur og betur eftir at hava staðið í nógv ár, og tey vóru komin í ta fasuna, at tað sást sjónligur munur hvørt ár, sigur Tróndur Leivsson.

Vón og vandalisma
Skógarfútin letur annars væl at viðarlundini ? ella Plantasjuni, sum havnarfólk helst vilja kalla sín stoltleika. Veturin hevur verið blíður, og tað veksur og grør í hesum døgum.
Í dag eru nógv fleiri sløg av vøkstri í Plantasjuni, enn tað vóru fyrr. Men størsti trupulleikin er vorðin, at tað fær ikki frið.
? Til dømis vóru tvey trø plantað, tá Listasavn Føroya varð vígt. Annað setti løgmaður niður, og hitt setti borgarstjórin niður. Nú tey høvdu fingið eina hampiliga hædd, settu vit tey fram, men vikuskiftið aftaná, varð annað skrikt upp, og hitt illa brotið, sigur Tróndur Leivsson harmur.
Tað er serliga ringt, tá dansitiltøk hava verið í Badmintonhøllini. Skógarfútin vil ikki bara geva rúsdrekka skyldina, tí tað eru fólk, ið nýta Plantasjuna sum friðstað at drekka sær eina kenning, og tey gera ikki ónáðir.
? Tað er hendan vandalisman frá ungdómum, sum tey eisini kæra seg um aðrastaðni, ið ger um seg. Tað er rætt og slætt ein spurningur um hugburð. Vónandi broytist hann við tíðini. Vit síggja, at dagstovnar og skúlaklassar eru nógv herinnni, og tey børnini fáa kanska gott í beinini og læra at vera góð við okkara vøkstur, sigur Tróndur Leivsson.

Einki eftirlit
Um sæð verður burtur frá tiltøkunum í Badmintonhøllini, so er tað hóast alt vorðið frægari síðstu 10 árini. Spurdur, um tað hevði verið eitt hugskot, at havt videoeftirlit í viðarlundini er hann skjótur at svara·
? Nei, nei, nei. Tað skal bera til at ganga ein túr í viðarlundini við síni hjartans kjeru uttan at vera eygleiddur av Big Brother, sigur Tróndur Leivsson, sum hóast alt kann gleðast um at síggja, at arbeiðið hjá Skógrøkt landsins ber frukt.
Tað eiga vit onnur eisini at gera.