Sjáldsom jól

Í Niðurlondum verður jólahaldið í ár ikki rættiliga, sum tað plagar. Tey samkyndu í býnum Amsterdam hava gjørt av broyta ymiskt við jólunum, soleiðis at tað samsvarar betur við teirra lívsstíl.

Millum annað er tað fallið niðurlendsku kirkjuleiðarunum fyri bróstið, at tey samkyndu ætla ikki at brúka ta vanligu myndina av Mariu og Jósef saman við tí nýfødda Jesusi,. Ístaðin fyri fara tey at hava eina mynd, har ein maður stendur undir liðini á Jósef og ein kvinna undir liðini á Mariu.

Fleiri trúarsamfeløg í Niðurlondum eru í øðini inn á ætlanina hjá teimum samkyndu í Amsterdam. Trúarsamfeløgini siga, at tey samkyndu niðra jólaboðskapin hjá teirri evangelisku kirkjuni, og tey hava biðið býráðspolitikararnar steðga tiltakinum. Tey samkyndu hava svarað, at tey ætla sær ikki at niðurgera jólaboðskapin. Tey siga, at jólaboðskapurin er ikki bara ein boðskapur um trúgv, men eisini um kærleikan og familjuna, og tað ætla tey at leggja dent á.