Ein av fyrstu og mest eftirspurgdu talmerktu útgávunum av ?The White Album? er sett til sølu á eBay. Fløgan, ið hevur nummarið 0000005, varð givin frá John Lennon til ein vin, áðrenn tónleikurin varð almannakunngjørdur.
Fyrstu fýra eintøkini av hesi plátuni, ið hevur megnað at røkka platin 19 ferðir, varð givið til limirnir av The Beatles.
Tí hevur nummar 0000005 eitt heilt serligt virði fyri størstu Beatles-fjeppararnar.
Roknað verður við, at uppboðssølan, ið endar 23. november, endar við einum prísi á fleiri túsund dollarum.
Kelda: gaffa.dk