Sjáldan hava so nógv fólk savnast í gjónni í Elduvík, sum tað vóru mikukvøldið, tá hjúnini Brattaberg, Susanne og Rúni, sungu har. Eini 300 mundu tey vera, sum vóru komin at lýða á sang og var gjógvin millum klokkan sjey og átta í gjárkvøldið stúgvandi full av fólki og sangi.
Løtan byrjaði við felagssangi, og fleiri hundrað raddir tóku væl undir við "Nú nemur náttin við smærur".
Síðani tóku tey bæði Rúni og Susanne yvir, og við fylgispæli frá Cristopher Arpin sungu tey fýra verk hvør. Talan var um verk eftir Jules Massenet, Mozart, Georges Bizet, Richard Wagner, Giuseppe Verdi og Otto Nicolai.
Blandingin av djúpum og høgum tónum skaptu saman við gjónni og teim mongu áhoyrarunum eina minniliga og søguliga løtu, tí neyvan hava so mong fólk verið savnað í gjónni í Elduvík.
Síðani sluppu áhoyrararnir aftur at syngja, og hesaferð var tað "Einki er sum summarkvøld við strendur", sum var felagssangurin.
Tiltakið vardi ein tíma og endaði við, at øll fingu sær súpan, og meðan sopið varð, minkaði mannamúgvan í gjónni spakuliga.