Í Vági hava fólk lagt til merkis, at ein hvítur stari ferðast millum hinar vanligu, myskulittu stararnar. Talan er um ein albino, litloysing.
Hesir eru sera sjáldsamir, tí stari er eitt fongdýr. Sagt øðrvísi merkir hetta, at starin er í vandabólki, tí so mong eru eftir honum. Tiltikin er jú smyril í staraflokki.
Hevur ongan møguleika
Jens-Kjeld Jensen, fuglaútstappari, sigur, at tað er sjáldsamt at síggja stara, ið er albino, tí hesir yvirliva ikki longi. Annars er fyribrygdið albino vanligt, bæði hjá djórum og fólkum. Ein 100% albino er eyðkendur við, at lithinnan (iris) í eygunum er reyð.
Jens-Kjeld Jensen sigur, at vanligari er at síggja lunda og onnur fuglasløg, ið eru albino, tí hesi hava størri møguleika at klára seg. Tá smyril t.d. veiðir í staraflokki, so velur hann ein at leggja eftir. Tá er lættast at velja út tann, ið er hvítur, og sum harvið er so sera ólíkur hinum í flokkinum.
Av tí, at starin verður veiddur av so mongum, hevur hann lítlan og ongan møguleika at klára seg. Jens-Kjeld Jensen er tí bilsin at hoyra aftur um hetta nú, tí hann hevur hoyrt um hetta fyri nøkrum mánaðum síðani. Tá úr Runavík. Og sannlíkt er, at talan er um sama stara.
Starin er sera styggur og tí eisini ringur at avmynda. Men kanska eigur júst hesin eginleikin eisini lívið í albino staranum.
Men fuglaútstapparin í Nólsoy gevur ikki staranum stórar møguleikar, nú veturin nærkast. Fjararnir hjá albino fuglinum eru nevniliga av verri góðsku, enn hjá øðrum fugli, og bjálvingin er ikki eins góð.
Jens-Kjeld Jensen sigur, at í Nólsoy eru t.d. fleiri starar, ið hava nakrar hvítar fjarar, men at síggja ein 100% albino stara er sjáldsamt.










