Mánadagin lendi hendan EH101 tyrlan á flogvøllinum í Vágum. Hon var á veg úr Italia til Kanada, har hon skuldi vera við á einari flogframsýning. EH101 er eitt nýtt tyrluslag, og sást tann fyrsta sivila tyrlan av hesum slag fyrstu ferð á flogi í 1998. Talan er um eina ógvuliga stóra tyrlu. Hon tekur heili 30 ferðafólk. Hartil er tyrlan før fyri at flúgva ógvuliga skjótt. Mesta ferðin er um 150 til 200 sjómíl um tíman.
Framleiðari av tyrluni er E. H. Industries Ltd. Hetta felag verður lutvís rikið av felagnum Agusta, ið er kent fyri framleiðslu av Bell tyrlum, og lutvíst av GKN Westland Helicopters Ltd., ið er kent fyri at framleiða Lynx tyrlur. Hesi bæði tyrlusløg eru kend í Føroyum. Tyrlan hjá Atlantsflogi er nevniliga av slagnum Bell og tyrurnar, danska sjóverjan nýtir kring Føroyar eru av Lynx slagnum.
Bjargingartyrlur
EH101 tyrlurnar finnast eisini sum bjargingartyrlur. Hesar ganga undir heitinum PP9. Ein slík fleyg fyri stuttum úr Skotlandi til Kananda til somu flogframsýning, og kláraði hon hetta við rekordferð - einans tveir dagar við millumlendingum í Føroyum, Íslandi, Grønlandi, og á Baffinoyggjunum.