Í 1995 var Brandur partur av besta liðnum hjá B71, sum møtti Apoel Nicosia í UEFA-kappingini. Í føroysku kappingini fekk Brandur bert 100 minuttir á vøllinum hetta árið í dystum ímóti FS/Vágum og ÍF. Hetta er eisini hansara einastu minuttir á besta liðið hjá B71. Men í UEFA-kappingini spældi hann fulla tíð í báðum dystunum ímóti Apoel Nicosia, og sambært Frits Ahlstrøm, sum stendur handan nógv av skrivliga arbeiðnum hjá UEFA, so er Brandur einasti leikari, sum hevur fleiri altjóða minuttir á baki, enn hann hevur minuttir í fremstu deildini í nøkrum av UEFA-londunum.