Í Danmark hevur 1. oktober hevur verið sum ein av teimum bestu summardøgunum. Í Store Jyndevad í Suðurjyllandi komu hitamátararnir heilt upp á 26,5 stig, og tað er nýtt oktober-met. Hetta er eisini fyrstu ferð nakrantíð, at tað hevur verið so heitt í Danmark so seint á árinum.
Tað er eitt óvanliga heitt luftrák úr útsynningspartinum av Evropa, sum er komið norður yvir Danmark og Vesturevropa sum heild, og sum hevur givið dønum rættiligt summarveður teir báðar seinastu dagarnar.
Veðurmenninir siga eisini frá góðum og lýggjum veðri í morgin, men so fer at kølna aftur.