Bein fyri midnátt í gjárkvøldið fekk løgreglan boð um eitt ferðsluóhapp í Vágum.
Talan var um ein hýruvogn, sum var farin á rull og var farin í ein pela.
Bilførarin var varin úr bilinum og í fyrstuni trúði løgreglan, at tað var ferðamaðurin, sum var í bilinum, sum hevði loyst hondbremsuna, so at bilurin var farin á rull.
Ferðamaðurin var ikki edrúur, og hevði tað verið so, hevði hann verið skuldsettur fyri rúsedrekkakoyring, hóast hann ikki sat við róðrið.
Men tá ið løgreglan kannaði málið, vísti tað seg, at tað var bilførarin sjálvur, sum ikki hevði spent hondbremsuna, áðrenn hann fór úr bilinum. Tískil fór bilurin á rull og ferðamaðurin royndi at bjarga støðuni við at hála hondbremsuna upp, men lukkaðist ikki áðrenn tað brast.
Løgreglan sigur, at bilurin fór rættiliga illa, men at ongin fólkaskaði hendi. Hetta er skrásett óhappið sum eitt ferðsluóhapp, og nú verður tað so viðgjørt víðari í skipanini.
Men tey leggja afturat, at á veg vestur í Vágar at kanna hetta ferðsluóhappið, sóu tey ein bil, har tey fingu illgruna um, at bilførarin var ávirkaður. Bilurin varð steðgaður, og tað vísti seg at halda stikk, so bilførarin er nú skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.