Tveir mans noyddust at sova rúsin út í brummuni, onkur varð koyrdur til hús og tríggir bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra við kenning. Tað var alt, ið løgreglan í Klaksvík veit at siga frá um norðoyastevnuna.
Sýslumaðurin í Norðoyggjum, Hans Djurhuus, fegnast um, at fyrsta stevnan í árinum spældi so friðarliga av, og vónar hann, at komandi stevnurnar verða eins friðarligar.
Hans Djurhuus heldur ikki, at tað vóru færri fólk á norðoyastevnu í ár enn vanligt. Tískil metir hann stevnuna í ár at vera sera væl eydnaða.










