Nicolas Anelka leikti ein av sínum lívs dystum í kvøld, tá Chelsea vann 4-2 móti Sunderland á Stadium of Light.
Við einum avrættaðum skoti kom Sunderland á odda, men Chelsea javnaði við Frank Lampard upp á brotsspark, tá Ashley Cole varð meiri ella minni jarðaður í Sunderland brotsteiginum.
Salomon Kalou legði síðani Chelsea á odda aftur, men Kevin Richardson javnaði síðani fyri Sunderland við einum eitt sindur undarligum frísparkamáli.
Tað var síðani liðskiparin, John Terry, sum við einum drønskoti eftir hornaspark legði Chelsea á odda aftur, men tað var ikki fyrr enn í tíðini lagdari aftrat, at nógv besti leikarin á vøllinum, Nicolas Anelka, kundi avgera dystin endaliga til fyrimunar hjá Chelsea.
So hóast nýggi Chelsea áleyparin hevur úttalað, at Didier Drogba er heimsins besti áleypari, so vísti Anelka nakað annað í kvøld.
Sigurin hjá Chelsea hjálpir tó ikki nógv í jagstranini á Manchester United, sum vann sín dyst móti Aston Villa í kvøld 3-1.
Hini úrslitini vóru Arsenal- Everton 2-1 og West Brom-Wigan 2-2.