- Loysing, samhaldsfesti, tilfeingisrøkt og økismenning.
Hetta er evnið, tá ið tjóðveldisfólk halda floksting í Vesturhøll í Fámjin í kvøld og í morgin.
Flokstingið byrjar í kvøld, tá ið tey formligu viðurskiftini verða avgreitt.
Hildið verður fram í morgin árini klokkan níggju, tá ið politiska orðaskiftið verður.
Flokkurin heldur, at sjáldan hevur politiski veruleikin verið ógreiðari á tjóðskaparliga økinum, og sjáldan áður hevur føroyskur politikkur verið merktur av slíkari undirbrotligheit enn nú.
- Støða okkara í alheims samfelagnum sum ófræls tjóð, er ein beinleiðis forðing fyri samfelagsmenningini. Virkisfýsni millum landsins borgarar, viljin at skapa og virka er ósvitaliga tengdur saman við málinum um einar frælsar Føroyar.
Tjóðveldi heldur eisini, at politikkurin hjá samgonguni er ein beinleiðis kós móti stættarsamfelagnum, har munurin millum borgarar landsins veksur og fer alsamt at vaksa komandi árini.
- Samhaldsfesti er fjart hjá ráðandi stjórn í Føroyum. Men vit vilja javnseta borgarar landsins, og tí er samhaldsfesti eitt annað høvuðsevni á flokstinginum.
Tjóðveldi vil eisini tryggja eina burðardygga vinnu, har okkara fiskivinna ikki er kastibløka í politiska spælinum. Tvørturímóti eigur og skal okkara fiskivinnu tilfeingi umsitast á ein burðardyggan og fullgóðan hátt.
Samstundis skal samfelagsliga menningin í Føroyum kjølfestast í spjaddari búseting og livandi lokalsamfeløgum kring landið alt.